Hetta er eitt sigandi dømi um, hví trupulleikin við gongd í haga ikki verður loystur. Higartil hevur føroyskur ferðavinnupolitikkur bert snúð seg um marknaðarføring úteftir. Tað hevur bara snúg seg um at fáa so nógv ferðafólk til Føroyar sum gjørligt. Succeskriterie hjá Visit Faroe Islands hevur verið at sóla sær í rósi og heiðursbrøvum á útlendskum messum. Tí hevur ikki verið lurta eftir lokaløkjunum í Føroyum.
Tað er lokalfólki í Føroyum og ikki útlendskar ferðavinnuskrivstovur, sum skulu takast upp á ráð, hvussu gongd í haga í Føroyum skal skipast. Hetta havi eg rættiliga gott innlit í, tí eg eri sjálvur partur av landbúnaðinum, beint við miðstaðarøkið.
Nú er nóg mikið við marknaðarføring, áðrenn trupulleikin við gongd í haga er loysur. Trupulleikin við gongd í haga skal loysast í Føroyum, og so mugu útlendsku ferðavinnuskrivstovurnar og útlendsku ferðafólkini laga seg hareftir.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur inn í Løgtingið á Løgtingsvalinum tann 8. desember.
Bergur Robert Dam Jensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald