Vinna

Nógvur makrelur og nógv sild á Tvøroyri

Tað er nógv virksemið á Tvøroyri í løtuni.

2024-10-30 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í farnu viku og hesa vikuna err nógvur makrelur og nógv sild landað á Tvøroyri.

Beinur landaði í farnu viku 1.100 tons av makreli og er aftur á Tvøroyri nú við 1.200 tonsum eisini makrelur.

Tróndur í Gøtu hevur hesa vikuna landað 1.200 tons av sild.

Christian í Grótinum landaði í farnu viku 1.200 tons av sild og er aftur nú á Tvøroyri við 1.100 tonsum.

Gøtunes er ávegis undan Íslandi, teir hava 1.200 tons av sild.

So tað grør um gangandi fót.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder