Vinna

Nógv tað besta kappingarárið hjá 07 Vestur

07 Vestur ongantíð fingið so nógv stig í Betri-deildini sum í ár

2023-10-30 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta umfar í Betri-deildini hjá monnum 2023 var leikt í gjár.

07 Vestur var á vitjan hjá TB. 07 Vestur hevði sum so einki at spæla fyri, meðan TB skuldi hava ein sigur fyri at halda fast í møguleikanum at verða verandi í Betri-deildini.

Dysturin endaði við 1-0 sigri til 07 Vestur. Tað við sær at 07 Vestur kom uppá 40 stig hetta kappingarárið, sum er 11 stig fleiri enn í fjør, sum annars var besta kappingarárið hjá felagnum undan hesum tá ið hugsa verður um vunnin stig.

07 Vestur hevur spælt átta kappingarár í bestu deildini.

ÁrStigNr. á stigatalvuni
20091910
2011249
20131410
2017289
20181710
2021286
2022297
2023405

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder