Vinna

Nógv fólk til móttøku í Vinnuhúsinum

Fríggjadagin í farnu viku varð skipað fyri móttøku í Vinnuhúsinum, nú Niels Winther tekur við sum stjóri eftir Maritu Rasmussen. Nógv fólk nýttu høvið at vitja Vinnuhúsið og heilsa uppá nýggja og fyrrverandi stjóran.

2022-03-07 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, bar fram røðu, og hon kann lesast her:


Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum hjartaliga vælkomin til hesa móttøkuna, sum vit hava skipað fyri, nú stjóraskiftið fer fram í Vinnuhúsinum. Vit fegnast altíð um at síggja okkara limir, vinir og samstarvsfelagar í húsinum, og ikki minni við hetta høvið í dag.


Vit hava øll í nógv ár verið von við, at stjórin í Vinnuhúsinum er Marita Rasmussen. Hon hevur røkt sítt starv so væl og so leingi, at hetta hevur verið fatað sum ein óbroytilig støða . Men so var ikki. Marita hevur tikið við øðrum avbjóðingum, og nýggjar tíðir eru í Vinnuhúsinum. Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvør stjórin er í Vinnuhúsinum, og vit ivast ikki í, at soleiðis verður tað eisini framyvir, nú Niels Winther hevur tikið yvir.


Tað er ein stórur og týdningarmikil leiklutur at standa á odda fyri føroyskum vinnulívi. Tað hevur Marita megnað framúr væl, og tað er í stóran mun henni fyri at takka, at Vinnuhúsið stendur so týðuligt og greitt í almenna rúminum. Altíð fús at úttala seg alment og altíð saklig og virðilig í síni framferð. Hon hevur verið ein fongur fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og øll feløgini í Vinnuhúsinum.


Nógv er hent í Vinnuhúsinum tey 14 árini, tú hevur verið stjóri Marita. Virksemið er økt, og starvsfólk eru løgst afturat. Tá ið húsini í Smærugøtu gjørdust ov lítil til alt virksemið, sáttmálasamráðingar v.m., hevði tú høvuðsábyrgdina av at lata hesi stásiligu húsini á Óðinshædd byggja. Vinnuhúsið hevur ment seg upp á nógvar mátar, síðani tú tókst við. Tað er blivið ein kendur partur av føroyska samfelagnum, og eitt sera sterkt brand siga tey kønu. Vit hava nógv at takka fyri.


Ikki kann sigast annað, enn at Havstovan fær ein góðan stjóra. Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag síggja fram til, at góða samstarvið okkara millum kann halda fram í einum nýggjum høpi. Tú tekur við leiðsluni av einum sera týðandi stovni fyri føroyska samfelagið, og vit ynskja tær alla bestu eydnu í nýggja starvinum.



Í februar í ár fekk Vinnuhúsið nýggjan stjóra, Niels Winther. Vit kenna hann flest øll, hann hevur starvast í Vinnuhúsinum síðani 2011 og var áðrenn hetta deildarstjóri í Vinnumálaráðnum. Vit í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru sera fegin um, at Niels var sinnaður at taka hesa ábyrgd á seg, og vit gleða okkum at fylgja við teimum ætlanum og málum, sum hann hevur sett sær fyri. Vit ivast ikki í, at hann við dugnasemi og framskygni fer at føra Vinnuhúsið víðari fram á leið.


Vit vóna, at tit, sum eru komin her í dag, fara at nýta hetta høvið at heilsa upp á nýggja stjóran og ikki minst eisini at siga farvæl við fráfarandi stjóran.


Marita og Niels, nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir tykkum alt tað besta og blíðan byr í komandi avbjóðingum, tað skrivar Vinnuhúsið.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder