Vinna

Neinbjørn gevst eftir hálva øld við bilverkstaðnum

Neinbjørn keypti P/f Gleim til bilverkstað í 1973, tá var hann bara 19-ára gamal. Gleimur hevði verið brúktur til mentan í Miðvági m.a. sjónleik, samkomur og dans v.m. Ungir miðvingar stovnaðu P/f Gleimur, sum var virkið í nøkur ár.

2023-04-26 22:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir 50 ára virksemi hava vit nú valt, at selja verkstaðin og gevast. Vit vilja takka øllum okkara kundum og samstarvsfeløgum fyri gott samstarv hesi 50 árini.

Í hesum sambandi vilja vit bjóða kundum, samstarvsfeløgum, vinum og kenningum til móttøku:

Á bilverkstaðnum fríggjadagin 28. apríl frá kl. 15 - 18

Vinarliga

Neinbjørn og Sigrun.


Neinbjørn byrjaði at arbeiða hjá Steingrím Nattestad í 1968, hann var tá bara 14-ára gamal og kundi tí ikki byrja sum lærlingur, men tá ið hann fylti 15 ár fór hann í læru hjá Steingrím, tá ið hann var liðugur at læra, arbeiddi hann eitt stutt tíðarskeið á bilverkstaðnum hjá Sniálvi á Lofti í Sandavági, hann keypti tíðliga í 1973 Gleim og umbygdi Gleim til bilverkstað.

Tað fyrstu tíðina arbeiddi hann mest einsamallur á verkstaðnum, Neinbjørn sigur við okkum á JN.fo - at hann tey fyrstu 25 árini hevði 8 lærlingar á verkstaðnum, men tey seinnu 25 árini hevði hann ongan lærling, men tá hevði hann bilsmiðir og maskinsmiðir til arbeiðis á verkstaðnum, tá ið flest fólk arbeiddu vóru teir 7 á verkstaðnum og konan Sigrun á skrivstovuni.

Neinbjørn leggur áherðslu á, at uttan Sigrun á skrivstovuni, so var einki bilverkstað.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder