Mentan

Navnakapping til Sjóvinnusavn og Mentunarhús í Sørvági

Nú er verkætlanin at byggja Sjóvinnusavn og Mentunarhús í Sørvági, komin so langt ávegis, at bygningurin byrjar at taka skap.

2025-06-05 20:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nevndin hevur avgjørt at skipa fyri eini navnakapping til húsið.

Sermerkti bygningurin ætlast at vera ein partur av einum livandi og verdugum karmi, sum skal lýsa okkara sjóvinnusøgu – frá árabáti til nýmótans skip og at vera eitt stað við mentanarligum virksemi til gaman og álvara fyri allar aldursbólkar.

Ynskiligt er, at navnið skal vera stutt, sita væl og lýsa endamálinum. 

Freistin at lata navnauppskot inn er 4. Juli 2025.

Uppskot skulu sendast til teldupost adressu: [email protected]

Nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, og eisini rættin til einki av uppskotunum at brúka.

Vinnandi uppskotið fær ein málning, eftir egnum ynski, sum Pól Skarðenni málar.

Eisini verður lutakast um øll innkomnu uppskotini um 5 gávukort frá Vága Kajak.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder