Lýsing

Námsfrøðingar, varaleiðari og avloysarar til Alvalon

-

2024-05-30 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava tøva á:

  • Tveimum námsfrøðingum at starvast í barnagarðsstovum við 15 børnum. Størvini eru á 20-30 tímar um vikuna.
  • Einum varaleiðara (barnsburðarfarloyvisstarv) at starvast 30 tímar um vikuna.
  • Avloysarum, sum kunnu starvast av og á.

Størvini verða sett frá 12. aug. 2024 ella eftir nærri avtalu.

Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar eru vælkomin at søkja. Um so er, at eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um stovnin

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum.  Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Á stovninum ganga í løtuni 98 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 19  hjálparfólkum.

Námsfrøðiliga arbeiðið

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg. Tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi.
  • Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
  • At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
  • At verða partur av einari 3 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
  • Eitt stað har pedagogfundir verða raðfestir
  • Tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.

Vit vænta m.a. av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevni
  • At tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir.
  • At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini.
  • At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. 

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240. 

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 13. juni 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder