Lýsing

Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum. Vit søkja eftir námsfrøðingum og avloysarum til barnagarð og námsfrøðingi til serstovu.

2024-08-06 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.  

Vit vænta, at tú:

·         Ert útbúgvin námsfrøðingur

·         Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

·         Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

·         Góð samstarvs- og samskiftisevnir 

·         Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

·         At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara á tlf. 794510.

Søk starvið við at klikkja á Søk nú. Umsóknarfreistin er mánadagin 19. august 2024. Miðað verður eftir, at seta størvini skjótast gjørligt.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Um Miðgarð

Miðgarður liggur mitt í Miðvági, tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum. Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Vága kommuna hevur avgjørt, at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í kommununi. Málið er, at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Miðgarði, og tryggja at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og verða samskift hóskandi í stovninum.

Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.

Í Miðgarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini hjá Miðgarði. Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Hetta og okkara arbeiðshættir ber til at lesa meira um á okkara heimasíðu www.midgardur.fo.  

Okkara ynski er at vera ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás. Ynskir tú at verða partur av hesum spennandi arbeiðsplássi, er bara at søkja. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder