Lýsing

Námsfrøðingar til Miðgarð

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

2024-06-25 19:22 Author image
-
placeholder

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

Vit eru partur av 3 ár verkætlani “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Vit søkja eftir námsfrøðingi til vøggustovu og barnagarð.

Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tær 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Eisini søkja vit eftur námsfrøðingi til serstovuna.

Serstovan  umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú:

·         Ert útbúgvin námsfrøðingur

·         Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

·         Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

·         Góð samstarvs- og samskiftisevnir

·         Megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar

·         Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

·         At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara á tlf. 794510. 

Søk starvið við at trýsta her. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12 juli 2024.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder