Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Á stovninum ganga í løtuni 96 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 20 hjálparfólkum.
Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg, tí tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist. Tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.
Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi.
- Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
- At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
- At verða partur av einari 3 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
- Eitt stað har pedagogfundir verða raðfestir
- Tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.
Vit vænta m.a. av tær
- At tú hevur góð samstarvsevni
- At tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir.
- At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini.
- At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 1. mai 2024
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Starvssetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald