Sjálvstøðugar tjóðir og felagsskapir – hvør ræður hvørjum?
Vesturheimurin vil fegin, at øll hava frælsi at velja egin virði og hugsjónir. Vit droyma um frið í heiminum, tað er sjálvsagt. Meðan vit miða móti dreymunum, skulu vit navigera í gerandisdegnum. Hetta ber eisini í sær avgerðir, hvørt mann ger íløgur í vápn og olju – tvey ókvæmisorð – sum kortini eru alneyðug fyri at tryggja okkara samfelag í gerandisdegnum. Skulu norðurlendsk pensiónsfeløg aftur mælast til at gera íløgur í vápn, sum verða framleidd í okkara øki? Fyri at tryggja okkum og okkara framtíð?
Heimspolitikkur er tíverri ikki eitt spæl, har til ber at velja, um vit spæla við ella ikki. Øll eru vit partur av hesum, virkin ella óvirkin.
Hvat slag av spælara eru vit í Føroyum í hesum leiki – virkin ella óvirkin? Einki um okkum uttan um okkum, er okkara herróp, men áhaldandi verða fundir hildnir uttan okkum um okkum. Vit eru ikki sjálvstøðug tjóð millum aðrar tjóðir, og hóast vit hava avgerðarrættin á ávísum økjum, eru vit í flestu lutum bert ein finna í talvinum hjá øðrum. Ikki bert í aktuellu støðuni. Í hesum døgum sæst eisini, hvussu avgerandi tað er at hava tikið støðu og at velja sínar vinir; Svøríki situr kúrandi og bíðar eftir svari upp á sína umbøn um NATO-limaskap, og verður nú vigað av tjóðum við avmarkaðum evropiskum virðum, sum Turkalandi og Ungarn. Finnland slapp inn um gáttina, meðan ein pýromanur hevur sett kílar í fyri sviar.
Hvør er framtíðin fyri okkara havnarvinnu?
Vit hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi. Eyðsæð raka hesi revsitiltøk mest okkum sjálv og okkara egna búskap. Tey raka harðast í Eysturoy og norðoyggjum, tey raka Runavíkar havn, sum hevði flest russisk skip við bryggju. Tey raka frystigoymslur í Fuglafirði og okkara egnu tænastuveitarar. Helst hava sjálvstøðugar tjóðir drúgvari royndir við sínum uttanríkispolitikki og politiskum snildum og duga at telva, soleiðis at ideologiska myndin er óskalað, meðan handilsvirksemið heldur á handan leiktjøldini. Hetta sæst, nú Norra bunkrar russisk skip á opnum havi – er moralurin betri, um vit keypa eitt tangaskip og senda tað avstað at bunkra, so vit ikki skulu síggja russisku skipini við kai?
Russland verður framvegis til um 20 ár og hevur framvegis sítt havøki at handla við og fiska í. Okkara fiskiveiðuavtala er gjørd í 1977, tá Russland var U.S.S.R., og múrurin enn stóð í Berlin. Ei heldur tá var hetta ein tjóð, sum hevði tey virði ella ta hugsjón, sum vit hámeta.
Meðan vit eru partur av avtalum, kunnu vit seta treytir. Vørn kann fylgja við fiskiskapinum og krevjast kann, at skip skulu avskipa sítt rusk um bryggjukantin. Runavíkar havn tók ímóti 3.350 rúmmetrum – fyri 837 túsund krónur - av ruski frá russiskum skipum í 2022. Vit kunnu bert gita, at eisini henda gongdin er komin aftur í sítt gamla mynstur – at alt verður tveitt í havið.
Hvør er framtíðin hjá føroysku havnarvinnuni? Fiskiskip úr Íslandi, Bretlandi, Norra og Grønlandi hava lítlan tørv á at koma til føroyskar havnir. 7 fiskiskip komu úr hesum londum í føroyskar havnir í 2022, og tey vitjaðu til samans 22 ferðir. Til samanberingar komu 27 russisk skip, og hesi løgdu til bryggju 161 ferðir (Kelda: Bergfrost, framløga).
Framtíðin, kríggið og revsitiltøk
Russland fremur ræðuleikar í Ukraina. Í Bucha, Kiev, Odessa og í Kherson verða vanligir borgarar dripnir í hópatali. Russland virðir ikki Ukraina meir nú, enn tá Sovjet skapti hungursneyðina, Holodomor, sum drap milliónir av ukrainum. Ukraina, Baltalondini og Pólland vita, hvussu náðileysur teirra fíggindi er.
Russland fylgir ikki lógum, sum eru settar fyri krígsførslu, heldur tvørturímóti. Og Putin man fegnast um, hvussu skikkiligar allar aðrar tjóðir eru og loyva Russlandi at hava mánaðarliga formansskapin í trygdarráðnum hjá ST. Hvørjum standa Sameindu Tjóðir fyri, tá landamørk ikki vera vird?
Vit eru farin úr sjokkfasuni og nærkast nú einari “normal”-støðu, har krígstíðindi fylla minni, og greitt er, at hetta kríggið fer at halda fram í mong ár, um Putin hevur lív og heilsu. Møguliga tekur eitt annað bølmenni við eftir hann. Hvítarussland er uppaftur meira hóttandi móti sínum grannum, og kríggj nýtist ikki at vera sjónligt. Tað ber til at raka undirstøðukervi, so sum Nordstream-leiðingarnar, sum vórðu sprongdar í altjóða sjóøki nakrar fáar kilometrar frá danska og svenska markinum. Herverk, sum eingin enn hevur átikið ábyrgd av.
Vit hava valt NATO, og hetta er rætta valið. Nú mugu vit eftirmeta, hvussu revsitiltøkini rigga. Ætlanin var helst, at russisku skipini, sum fiska undir Føroyum, fóru at avskipa her. Men nú umskipa og lasta tey aðrastaðni. Skjótt verður hetta komið í fasta legu, og russisk skip arbeiða uttanum Føroyar. Tá kunnu vit strika revsitiltøkini, tí har er eingin móttakari. Tá kunnu vit strika eina havnarvinnu, sum tríggjar kommunur hava bygt upp, og sum tænastuveitarar hava skapt nógv virksemi í.
Sum heimsborgarar skulu vit velja og fremja okkara revsitiltøk við umhugsni fyri okkum og við fyriliti fyri okkara eftirkomarum. Á hendan hátt fylgja vit sama leisti, sum hini londini, sum hava sett revistiltøk. Við hesum grundgevingum, skulu vit tillaga revsitiltøkini, soleiðis at vit ikki køva okkara egnu vinnu.
Í heyst skal fiskiveiðuavtalan á vágskálina. Okkara samfelag byggir á tvær høvuðsvinnur: útflutning frá alivinnuni og frá fiskivinnuni. Vilja vit taka grundarlagið undan parti av okkara høvuðsvinnu við ikki at endurnýggja avtaluna? Hvør vinnur mest við hesum, og hvat av okkara grannalondum fer so at gera avtalu við Russland?
Russland hevur ikki vunnið kríggið, tí Ukraina higartil hevur fingið dyggan stuðul nógva staðni úr heiminum. Vit halda sjálvandi á við at stuðla Ukraina.
Sigrid J. Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna – Tjóðveldi
Stutt á video: https://youtu.be/9PpQpHv62eA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald