Vinna

Vónin: Hjalmar gevst sum stjóri - Daniel tekur við

Boða verður frá einari týðandi broyting í leiðsluni hjá Vónini

2025-11-25 21:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir nærum 30 árum við trúgvari tænastu hevur Hjalmar Petersen avgjørt at gevast í starvinum. Hjalmar hevur verið ein lykilpersónur í menningini av Vónini síðan 1996 og hevur verið stjóri síðan 2001. Hansara ágrýtni hevur gjørt Vónina til ein leiðandi framleiðara og mennara av útgerð til fiski- og alivinnuna.

Hjalmar eigur eina hjartans stóra tøkk fyri hansara ómetaliga íkast til framgongdina og sterka fíggjarliga støði í gjøgnum árini.

Frá 1. mars næsta ár fer Daniel Hákunsson Dam formelt at yvirtaka sum stjóri. Daniel hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðan fyrst í 2021 og kennir væl til virksemið og samtakið sum heild. Hann er 35 ára gamal, útbúgvin cand.merc. frá Aalborg Universitet og hevur áður arbeitt í Danmark við rakstrar- og fíggjarstýring, áðrenn hann flutti aftur til Føroyar í 2020.

Hjalmar heldur fram sum stjóri til endan av februar og fer síðani at stuðla Daniel í tveir mánaðir, samstundis sum hann fullførir byggingina av alitænastustøðini í Kyleakin á Skye í Skotlandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder