Veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði virka ikki
- Nær fara veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði at virka aftur?
Viðmerkingar
Vit hava vindmátarar á rættiliga nógvum vegastrekkjum. Útvarpið varpar hendan vind, fyri at bilførarar vita hvat teir hava í væntu.
Vit hava eisini fimm vindmátarar, sum hava stóran týdning fyri øll siglandi. Vindmátararnir standa á okkara ytstu punktum. Teir eru á Akrabyrgi, Borðuni, Mykineshólmi, Eiði og Fugloy.
Veðrið í Føroyum er løgið og ikki sum aðrastaðni í heiminum. Serliga fyri útróðrarfólk og onnur siglandi, hevur vindupplýsing stóran týdning. Vindur á nevndu útplássum samsvarar slett ikki við vindin á fastlandinum.
Í longri tíð hava 3 av nevndu 5 vindmátarunum ikki virkað. Tað hevur givið nøkrum trupulleikar. Serliga tí at heimasíðan upplýsti eisini vindin á teimum støðum, har vindmátarin ikki virkaði. T.v.s. at tá tú lat síðuna upp, var vindurin tann, sum Tórshavn vísti. Trýsti tú á Mykines, ja so var sami vindur har. Tað var ikki rætt tí hetta var vindurin í Havn.
Eitt dømi er um, at vindmátarin í Mykineshólmi vísti 7 m/s, men vindurin var 17 m/s.
Eftir samrøðu við landsstýrismannin, gekk ikki long tíð til heimasíðan var rættað. Nú sæst, at eingin vindmáting er í Fugloy, Eiði og Mykinesi. Mín meting er, at hesar veðurstøðir eru sera stór trygd fyri øll sum sigla. Hesar veðurstøður eru avgerðandi fyri trygdina hjá útróðrarfólki.
Tí verður spurt um landsstýrismaðurin kann tryggja at hesar veðurstøðir aftur fara at virka og um so er, nær verður tað?
Jørgen Niclasen, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald