2023-07-13 23:10

Tað var sjálvur Mortan Johannesen, sum førdi skipið til bryggjuna, Mortan hevur í dag 86-ára føðingardag í dag.
Á bryggjuni var harmonikuorkestur, sum setti dám á løtuna, fleiri røður vórðu hildnar og skipið varð doypt, gumma var Helga á Borg, sum er dóttir til reiðaran Kaj Johannesen.
Aftaná vað stóra mannamúgvan, sum var komin at taka ímóti skipinum, boðin til ein góðan bita í einum pakkhúsi á bryggjuni og eisini boðin umborð at síggja skipið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald