Vinna

Myndir: NG Endurance er størsta skip sum hevur verið á Miðvági

Í morgun kom National Geographic Endurance á Miðvág

2026-06-25 13:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

NG Endurance var tikin í sigling í 2020, og er skipið heimahoyrandi á Bahamas.

NG Endurance er 125 metrar og 22 metrar breitt. Við skipinum eru umleið 150 ferðafólk.

Skipið kom úr Hetlandi nú tað kom á Miðvág, og fer víðari til Havnar tá ið tað loysir aftur í kvøld.

National Geographic Endurance er størsta skip vit vita um, sum hevur verið á Miðvági. Tað sum var størst áðrenn var National Geographic Explorer, sum hevur vitjað á Miðvági fleiri ferðir hesi seinastu árini.

National Geographic Endurance kemur aftur á Miðvág í heyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder