2023-03-25 15:30
Seinastu dagarnar hava seks NATO skip verið á Havnini. Um middagsleitið loystu fimm av teimum, og gekk leiðin vestur í hav. Vit tók myndir av teimum tá ið tey vóru í Vágahavinum.
Í vikuni kom tíðindaskriv frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum: Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One. Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald