Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman, og í ár var tað við Bólið Gráans.
Tvey tey fyrstu árini varð sligið á Gálgasteini á markinum millum Sandavág og Miðvág. Geir á Lofti var kattakongur tey bæði árini.
Í 2019 var tunnusláingin í Løgmansgarðinum, og tá gjørdist Virgar Thomassen kattakongur.
Andras á Lofti gjørdist kattakongur á Reynabrúgv í 2020.
í 2021 bleiv Jóanis Nielsen kattakongur við Jarðarkonuráir
Geir á Lofti gjørdist aftur kattakongur í 2022 og 2023. Fyrst í Loftapakkhúsinum og so við Kráarheygg.
Hanus í Horni Nielsen bleiv kattakongur úti á Heygnum í 2024.
Í fjør bleiv Jákup Pauli í Eyðanstovu kattakongur á Sjóberinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald