Mentan

Myndir: Blikkini eru komin upp

Sjálvt um veðrið ikki er tað besta í dag, so eru blikk sett upp.

2025-12-31 15:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun møttu blikkamennirnir í Sandavági til morgunmat, og fóru síðani at rigga seg til at seta tálgablikk upp tá ið klokkan var farin nakað av 10. 

At oljublikkini ið fest bleiv í fyrr gamlaárskvøld eru skift út við tálgablikk hevur havt við sær, at arbeiði at seta blikkini upp er blivi nógv lættari og reinari hesi seinastu árini. 

Øll blikkini vóru komin upp kl 13, og var suppa tá klár.

Avgerð verður tikin seinni í kvøld um fest verður í blikkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder