Vinna

Myndir: 07 Vestur 1-1 B36

07 Vestur tók seinnapartin ímóti B36 í Betri-deildini hjá kvinnum.

2023-04-29 19:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Evelin Da Silva Mastropasqua legði 07 Vestur á odda eftir 16. min. við einum sera flottum málið. Evelin hevði møguleika at økja um leiðsluna tá ið hon tók sær av einum brotssparkið, sum 07 Vestur fekk tá ið ein hálvur tími var leiktur. Málverjin í B36 málinum - Valborg Østerø - bjargaði brotssparkinum. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Katrina Sjóvará javnaði fyri B36 tá ið 67. min. vóru leiktir, og gjørdist tað eisini úrslitið av dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder