Politikkur

Mugu standa saman um Fólkaflokkin í Havn beinanvegin

Nógv við mær harmast um rokið, sum hevur verið í Fólkaflokkinum í seinastuni. Fráfarni formaðurin, Christian Andreasen, er eitt skilafólk og dugnaligur sum fáur. Eina stóra tøkk skalt tú eiga fyri tann insatsin, sum tú hevur gjørt fyri Fólkaflokkin og Havnar Framburðsfelag.

2022-11-13 11:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv er harmiligt í hesum døgum, m.a. at Annika Olsen hevur tikið seg úr flokkinum og at nevndin í Framburðsfelagnum hevur lagt frá sær. Tit skulu øll eisini hava eina stóra tøkk fyri tykkara insats og samstarv gjøgnum árini.

Beinir Johannesen er eisini ein skilamaður, dugnaligur og hevur royndir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki. Eftir at hava prátað við nýggja formannin, tykist tað greitt, at hann er savnandi og klárur at hjálpa fyri at fáa Fólkaflokkin í Havnini at fóta sær væl.

Løgtingsvalið er um 3 vikur og neyðugt er at gera ein góðan uppstillingarlista beinanvegin.

Sum fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag (2011-2015), vil eg heita á stuðlarnar hjá Fólkaflokkinum í Havn og Suðurstreymi, um at samlast fjølment til eykaaðalfund mánakvøldið 14. novembur kl. 20 í 62N Hotel í Dr. Jacobsensgøtu 14. Soleiðis at vit kunnu velja nýggja nevnd og byrja uppstillingina til løgtingsvalið beinanvegin.

Jógvan Poulsen

fyrrverandi formaður í Havnar Framburðsfelag

Havnar Framburðsfelag er valfelag hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy. Felagið bleiv stovnað í 1904 og er tískil elsta politiska valfelag í Føroyum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder