Annað

Móttøka í Filmshúsinum

Filmshúsið bjóðaði herfyri til móttøku, nú Marjun Niclasen hevur tikið við sum stjóri fyri Filmshúsið. Nógv filmsfólk og filmsáhugað leitaðu sær á Vestaru Bryggju í Havn at ynskja nýggja stjóranum til lukku við starvinum.

2024-06-06 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Jan Berg Jørgensen og Jón Hammer, sum eru í stýrinum fyri Filmshúsið, greiddu í stuttum frá, hvat er á breddanum í føroyskum filmi komandi tíðina. Filmshúsið vísti eisini nakrar spennandi brellbitar frá fimm føroyskum filmsframleiðslum, sum eru um at verða lidnar:


  • Seinasta paradís á jørð - Leikstjóri: Sakaris Stórá
  • Spælimaðurin við heimsins enda - Leikstjóri: Pætur H. Evensson
  • The Fool - Leikstjóri: Búi Egason Dam
  • Taradrotningin - Leikstjóri: Eir í Ólavsstovu
  • Kinderegg - Leikstjóri: Trygvi Danielsen


Marjun Niclasen takkaði fyri møguleikan at standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, bar fram røðu um, hvussu spennandi Føroyar eru sum filmsland og greiddi eisini frá týdninginum og mongu møguleikunum við føroyskari filmsvinnu.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, bar fram røðu um stóra týdningin av føroyskum filmi sum mentanarbera og hvussu umráðandi tað er at framleiða føroyskar filmar, sum siga frá okkara egnu søgum.
Filmshúsið fegnast um góðu undirtøkuna og ynskir Marjun Niclasen hjartaliga til lukku og blíðan byrð í nýggja starvinum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder