Politikkur

Mótrokning hjá arbeiðandi pensjónistum skal broytast frá 1. januar 2027

Fríggjadagin skrivaði In.fo eina grein, sum hevði yvikrskriftina: “Ætlar ikki at strika mótrokning hjá arbeiðandi pensjónistum.” Greinin snúði seg um, at Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svara einum fyrispurningi, har spurt varð um mótrokningina.

2026-07-04 12:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað sum undrar okkum í Sambandsflokkinum er, at landsstýriskvinnan sigur, at hon ikki ætlar at strika mótrokningina, men nevnir einki um hvørjar ætlanir samgongan annars hevur á økinum. Tvørturímóti argumenterar hon beint ímóti at gera broytingar í mótrokningini yvirhøvur.

Tað eru tríggir flokkar í samgonguni, sum allir hava nøkur ynski fyri komandi valskeiðið. Av tí at flokkarnir eru ymiskir og ikki hava somu ynskini, er neyðugt at øll samgongan stendur saman um at fremja tað, sum er avtalað í samgonguskjalinum.

Fyri Sambandsflokkin hevur mótrokningin hjá arbeiðandi pensjónistum stóran týdning. Tað var eitt av okkara høvuðsvallyftum til løgtingsvalið, og tað stóð eisini ovarlaga á ynskilistanum til samgongusamráðingarnar. Samgonguflokkarnir skrivaðu tí hesa orðingina í samgonguskjalið: “Markið fyri mótrokning av arbeiðsinntøku í fólkapensjón skal hækkast upp í 300.000, og samstundis verður mótrokningarprosentið hækkað upp í 30 prosent. Arbeiðsmarknaðargjøld skulu eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.” Hetta var tað, sum flokkarnir blivu samdir um.

Margit Stórá er vald í landsstýrið, millum annað fyri at avgreiða hetta málið, og vit ganga sterkt út frá, at uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku, soleiðis at lógin kann verða sett í gildi frá 1. januar 2027.


Vegna Sambandsflokkin
Helgi Abrahamsen
tingbólkaformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder