Mentan

Mother Boy í Listastovuni

Eftir summarsteðgin letur Listastovan aftur dyrnar upp fyri livandi tónleiki. Fyrsta konsertin verður við altjóða jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra av fremstu jazztónleikarunum úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum.

2026-08-06 15:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Mother Boy spælir modernaðan jazz við einum norðurlendskum dámi, vibrafon, altsaksofon, bassur og trummur skapa ein ljóðheim, sum hvílir á einari sterkari rútmiskari grund.

Samspælið er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri modernaðan jazz.

Mother Boy eru:
•    Kika Sprangers – altsaksofon
•    Sasha Berliner – vibrafon
•    Bárður Reinert Poulsen – bass
•    Simon Olderskog Albertsen – trummur

Mother Boy spælir Í Listastovuni hóskvøldið 6. august kl. 20.30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder