Vága kommuna: Í røðu síni greiddi borgarstjórin yvirskipað frá ymiskum virksemið, sum hevur verið í kommununi seinasta árið, og um hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Millum annað treiv borgarstjórin í útstykkingina, sum nú gongd er komið á, norðuri í Sørpum, í Sandavági. Útstykkingin verður ein blanding av grundstykkjum til sethús, og eitt stykki sum verður boðið út til fjølbroytta íbúðarbygging.
Í Miðvági hevur lisitatión verið til útstykking norðuri á Heiðum. Umsitingin gjøgnumgongur í løtuni tilfarið, og innan stutta tíð, verður ein sáttmáli undirskrivaður. Eins og í Sandavági, eru ætlanir um at bjóða eitt øki út til fjølbroytta íbúðarbygging. Fyrispurningar hava verið um útstykkingarnar til íbúðarbygging, bæði í Sandavági og í Miðvági, so har er ein ávísur áhugi millum entreprenørar at sleppa í gongd.
Í Vatnsoyrum verður somuleiðis arbeitt við eini útstykking til sethús. Málið liggur í løtuni hjá Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar, ið skal gra eitt tilmæli til landsstýrismannin, og vónar býráðið, at hetta verður skjótt avgreitt, so kommunan kann koma víðari, og sleppa at bjóða familjum grundstykkir í Vatnsoyrum.
Nýggivegur hevur bíða alt ov leingi, men nú nærkast. Um einar tvær vikur, verður Nýggivegur bjóðaður út, og tað verður asfalterað frá Rasmusi og niðan til brúnna. Hetta arbeiðið varð umbiðið fyri fleiri mánaðum síðani, men ymisk viðurskifti, sum kommunan ikki hevur ávirkan á, hava verið viðvirkandi til, at arbeiðið ikki er byrjað enn. Men maskinurnar eru komnar í oynna, so nú vóna vit at arbeiðið skjótt fer í gongd.
Seinastu mánaðirnar, hevur býráðið arbeitt við at orða eini visjón fyri kommununa tey næstu 10 árini. Vónandi verður arbeiðið komið somikið væl ávegis, at visjónin kann leggjast fram á einum borgarafundi í heyst, har borgararnir eisini fáa møguleika fyri, at koma til orðanna.
Á mentanar- og trivnaðarøkinum verður eisini arbeitt við ymiskum átøkum. Nýggja tilboðið Virkishúsið við Ánna, til børn og ung, hevur nú verið virkið í nakrar mánaðir og sigast má, at tað riggar væl. Men tilboðið er eitt livandi tilboð, sum broytist og flytur seg, alt eftir ynskjum og tørvinum hjá ungdóminum. Arbeitt verður alla tíðina við at menna tilboðið saman við starvsfólkunum og ungdómsnevndini í húsinum, og vónandi hava vit innan stutta tíð okkurt nýtt spennandi tilboð at bjóða okkara ungu borgarum.
Enn einaferð er Listastovan komin í miðdepilin á listarliga mentanarpallinum. Hesaferð er tað nógv umrøddi leikurin Lykkenborg, ið hevur gingið fyri fullsettum húsi í Listastovuni, og hevur leikurin, og hølini, fingið sera góð skotsmál. Men bygningurin tørvar ábøtur, og tilboð er umbiðið til at skifta takið á Listastovuni sum eitt tað fyrsta. Seinastu árini hevur ymiskt virksemið verið í Listastovuni, har einstaklingar hava skipa fyri ymiskum listarligum virksemi sum at mála, skipa fyri konsertum og listaframsýningum, umframt at fleir leikir hava verið framførdir í hølunum. Nú hevur ein áhugabólkur sett seg saman, við tí endamáli, at skipa virksemið í eitt áhugafelag, fyri at menna og samskipa fjølbroytt lista- og mentanarvirksemi í húsinum.
Nýtt og umhvørvisligt graslíkið er lagt á fótbóltsvøllin í Sandavági og á allar tríggjar sparkivøllirnar í Vatnsoyrum, norðuri í Heiðum og norðuri í Sørpum. Ætlanir eru eisini at skapa nýtt lív í gomlu uttandurað hondbóltsvøllirnar. Á Valloyruni í Sandavági, eru ætlanir frammi um fríðka um økið sum kemur at gagna ferðavinnuni, eitt øki har tey kunnu parkera og fáa sær kunning um hvat er at uppliva og síggja í Sandavági. Tankarnir við hondbóltsvøllinum á úti á Kumlum í Miðvági eru at skipa økið sum eitt familjuøkið, har grillpláss, spælipláss, og hugni er í hásæti. Við at samanbinda Tormansbakka, sandin, vøllin og viðarlundina, við økið úti á Kumlum, vil tað heilt víst skapa ein serligan trivna í bygdini.
Til seinast handaði borgarstjórin, umboðum fyri Rynkeby, eina stuðulsgávu frá kommununi, og takkaði teimum fyri tað megnar arbeiðið tey gera við at samla inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum. Vegna Rynkeby Føroyar, takkaði Sanna á Løgmansbø fyri stuðulin, og greiddi hon eitt sindur frá um felagsskapin, felagsskaps kensluna, og hvussu gott tað ger fyri bæði tann einstaka súkklarin, men eisini endamálið hjá Rynkeby hópinum, at hjálpa teimum sum treingja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald