Tí fyrst nøkur orð um meg og míni samfelagsligu sjónarmið.
Eri fødd í 1991, altso 31 ára gomul. Gift við einum amerikanara, sum valdi Føroyar framum sítt heimland og arbeiðir í Miðeystri. Eiga eina 1 ára gamla dóttir og næsta dótturin væntast um 2 mánaðir.
Keyptu hús í Vestmanna, tí í høvuðstaðnum er alt ov dýrt at seta føtur undir egið borð. (Meiri um tað seinni).
Sjálvstøðug vinnurekandi síðan 21 ára aldur. Havi lisið sálarfrøði í USA og nú sum fjarlestur.
Míni hægru lívsmál er at ráðgeva og stuðla fólki í øllum aldrum til eitt ríkari, heilsugott lív til likams og sálar.
Eg eri høgt elskað dóttir, eigi 5 systkin og eri familjufólk um ein háls.
Eg havi verið trúgvandi kristin síðan smágenta, og maður mín eisini. Vaks upp í einum frísinnaðum, kristnum heimi við fantastiskum foreldrum.
Eingin má nú billa sær inn, at eg kalli meg feminist. Ístaðinfyri at vilja kúga menn, fari eg heilt náttúrliga at stríðast fyri fullum javnrætti millum kvinnu og mann, báðar vegir í semju á jøvnum føti, ikki bert annað ☺
Snøgt sagt. Her er ein kvinna, ið elskar sítt móðurland, okkara Gud og mína familju.
Elski okkara forfedrar, ið til henda dag hava bygt okkara oyggjaland, sum er okkara urtagarður at liva í og røkja.
Bara í míni tíð síðan kreppuna er fólkatalið í Føroyum økt við 12.000 fólkum, úr 43.000 upp í 55.000, t.e. heili 20%, eisini eindømi í Vesturheimi.
Føroyar eiga Vesturheimsins raskasku kvinnur, 2,5 børn pr. mammu, 50% fleiri enn øll okkara grannalond og dupult so nógv sum tey í Suðurevropa.
Tað kundi væl bent á ein góðan skatta-, sosial- og familjupolitikk farnu 25 árini.
Persónligt frælsi (sum ikki skaðar onnur), vinnufrælsi, privatur ognarrættur (eisini til egnan bústað) og lágt skattatrýst eru millum míni skjaldrarmerki.
Frítt fyritaksemi er alt avgerandi fyri eitt framkomið vælferðarsamfelag.
Góðu veljarar, verjið Havnina, okkara móðurland og veljið eina borgarliga unga tjóðskaparhugaða kvinnu inn á okkara aldargamla Løgting.
Gud signi mítt føðiland Føroyar og alt okkara fólk, ið búleikast her. Mona Breckmann Wescott - Valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald