2023-05-04 14:46
Á flogbóltsgalla 2023, sum verður leygarkvøldið kl. 17.00, verður avgjørt hvørjir vóru bestu leikararnir í mannsflogbólti í 2022-2023. Tilnevningarnar eru nú liðnar og Føroyameistararnir Mjølnir hava tær flestu, ímeðan bronsuvinnararnir, SÍ, hava næstflest.
Fyri Mjølnir eru tað serliga teir meira rutineraðu leikararnir sum Thorvald Danielsen, Christian Imhoff, Jóhan Arni Elisson Want og Páll Heðin í Grund sum ganga aftur. Men Mjølnir hevur tó eisini eina tilnevning til ársins stjørnuskot við tilnevningini av Ólavi Johannesen.
Hjá SÍ eru tað teir ungu og evnaríku leikararnir, sum eru tilnevndir við Bjarna Joensen, Tóka í Haraldstovu og Silas Poulsen á odda. Sjálvsagt er fráfarandi venjarin Rajko Petrovich eisini í uppskoti til ársins venjara.
Av tilnevningum kunnu nevnast, at sum ársins verjuleikarar eru Silas Poulsen, SÍ, Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir og Tórður Paulason, Fleyr, tilnevndir
Sum besti hevarai, eru Julian Vest Niclasen, SÍ, Oleksandr Dmytriiev, ÍF, og Thorvald Danielsen, Mjølnir, tilnevndir
Sum besti blokkleikari, eru Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir, Páll Heðin í Grund, Mjølnir, og Tóki í Haraldstovu, SÍ, tilnevndir
Til ársins álopsleikara eru Bjarni Joensen, SÍ, Christian Imhoff, Mjølnir, og Phil Freere, Fleyr, tilnevndir
Til ársins stjørnuskot eru Ólavur Johannesen, Mjølnir, Silas Poulsen, SÍ og Tóki í Haraldstovu, SÍ, tilnevndir
Til ársins leikara eru Bjarni Joensen, SÍ, Christian Imhoff, Mjølnir og Thorvald Danielsen Mjølnir, tilnevndir
Tiltakið, har ársins leikarar verða valdir verður víst beinleiðis í Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald