Politikkur

Mítt ynski er, at stovnar og skipanir eru har fyri borgarin, og ikki umvent

Í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum stendur “vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí.

2022-12-01 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Mítt ynski er, at stovnar og skipanir eru har fyri borgarinog ikki umvent!


Hettar ynski eg í hvussu er at royna at fáa í lag, tí eg veit at skipanin, vit hava í dag, hevur so grundleggjandi manglar uppá menniskja áskoðan, og hettar kann eg ikki standa tigandi og síggja til.

Í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum stendur vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí.

Tað at hava barn við fjølbreki, autismu ella øðrumavbjóðingum, verði tað seg ein diagnosa sum barnið hevur fingið, ella sum er væntandi, tí at onnur viðurskiftið so sum bíðilistar og skrivstovuveldi forða fyri at man kemur víðari,  ger at familjan er avmarkað í tí dagliga , tí at skipanirnarvirka ikki nøktandi.

Tað má ikki vera soleiðis, at foreldur og avvarandi verða kastibløka ímillum skipanir, bara tí at eingin hevur ábyrgd. Tá kommunurnar ikki klára uppgávuna, so má landið taka ábyrgd. Tað burdi verði minsta krav!

Tá foreldur og avvarandi takað størra lutin í dagligdegnum hjá tí, sum tørvar, má og skal tað ikki straffast. Tað skal heldur stuðlast.

Sum støðan er í dag, skal ein avvarðandi, sum er tekur sær av barninum í longri tíð, og sum fegin vil menna seg fyri einaferð at koma út á arbeiðsmarknaðin aftur, eftir at hava tikið eitt tak fyri samfelagið, tí teirra barn hevur ein serligan tørv, sendaeina umsókn inn til almannaverkið, sum so sendir víðari til eina nevnd, sum so skal meta um, at gera karmarnar lagaligari fyri at avvarðandi yvirhøvur fær hendan møguleikan. At foreldur søkja um hjálp til at fáa dagligdagin at hanga saman, skal ikki kennast sum ein biddara gonga. Stovnar og fyriskipanir eru har fyri borgaran og ikki umvent!

Vit mugu aldrin fara at sortera hesar familjur frá, tí tey eru gimsteinar, sum lita dagligdagin hjá okkum øllum, og hava ein so ómetaliga stóra týdning fyri samfelagi. Tað ber ikki til at hava eina skipan, sum beinleiðis virkar ímóti, tá foreldur sum annars taka sær av sínum egnu sum tørva, og vilja út aftur, veri tað seg at útbúgva seg ella út í vinnuna, fyri at virka og vinna. Hettar má og skal stuðlast. 

Tað er syrgiligt at síggja, at fólk í síni avmakt kenna seg noydd at venda sær til miðlarnar at kæra sína neyð, tí annars hendir einki. Vit eiga at kunna verja hesi, ikki bara sum jarnbrot uppundir val, men sum eina fyritreyt í øllum okkara skipanum.

Tað tykist merkisvert at sita og skriva hesi ting, tí í míni verð, er hettar so grundleggjandi fyri frælsi hjá okkum, men eg veit at hettar er ein beiskur veruleiki, sum nógvar familjur í Føroyum uppliva. Fólk sum eru knýtt at sernám kenna alt ov nógv til sviðjan av mangul uppá tað sama. Verkfall sum rakar tey við serligum tørvi má og eigur ikki at koma fyri.


Eg trúgvi fult og fast uppá, at hetta kann gerast betur. Tó ikki við at tosa og skriva, men við at handla og hava eitt mál fyri eyga, sum ger at tær familjur, sum hava avvarðandi við serligum tørvi, kunnu fáa eitt gott lív í Føroyum. 


Fólkaflokkurin er ein vinnilívsflokkur, sum førir tryggan vinnulívspolitikk. 

Tí eigur hettar at lat seg gera!


Lat meg fáa umsorgan inn í politikkin.


X við A

X við Rúnu Wenningsted Hansen


Nýtt andlit og nýggj rødd á politiska pallinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder