2023-09-04 21:40
Almannaverkið
Almannaverkið hevur sett Miriam Hentze Johannesen í starv sum deildarleiðari á nýggju deildini Samskiftismenning. Miriam er útbúgvin audiologopedur og fer fyrstu tíðina at byggja tænastuna á deildini upp.
Deildin fer undir nýtt og spennandi virksemi við tí endamáli at hjálpa borgarum við samskiftisavbjóðingum. Í næstum verður lýst eftir einum audiologopedi afturat, og so statt verða tveir audiologopedar á deildini.
Miriam verður ynskt til lukku við starvinum og vælkomin í Almannaverkið, tað skrivar Almannaverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald