Tað er mær fortalt at Valdemar var so øgiliga góður við sína norsku svigardóttir. Tað bleiv ansað væl eftir henni, ongin óráð takast fyri, so hon skuldi ikki eiga í Norðadali, ikki talan um, men niðri í Rættará í tryggum umstøðum,og haldi eg at øll 6 systkini eru fødd har.
Babba vaks upp í Norðadali, triðelstur av 6 systkjum:
Elstur var Lútje, Randi, Øyvind, Gertrud, Astrid og Ellen øll við sínum framúr evnum.
Skúlagongdin var skipað soleiðis, at gingið var í skúla aðruhvørja viku.
Lærari var knýttur at bygdunum báðum Syðradali og Norðadali og undirvísti aðruhvørja viku í hvørjari bygd.
Undirvísingin var heima, eitt sindur skiftandi, heima í bygdini ella Úti á Ytrufløtum.
Á loftinum úti hjá Ólavi er eitt rúm, ið kallast skúlastovan enn tann dag í dag.
Langt var ímillum húsini ið vóru fá, 5 ella 6. Nærmasti granni var Astrid og Albert Reinert og teirra 4 børn: Svenning, Svanhild, Anfinn og Rólant.
Albert arbeiddi hjá Viggo abba og samanhaldi ímillum húsini var sera gott. Babba plagdi at fortelja um tá útnyrðingsstormar vóru áveg, Astrid og børnini komu út til teirra at verða inntil illveðri var hasa av, tað vóru stuttligar løtur.
Hesi bæði húskini hava haft nógv saman og ikki minst børnini. Nógvar eru søgurnar úr Norðadali og skal eg taka onkra við her.
Ein túrur babba og annar av brøðrunum, Anfinn ella Svenning vóru eftir veðragjólingum.
Teir eru á Vatndalsegg og fara suður eftir eggini, nakað suður komnir síggja teir eitt fylgi vestanfyri og ein veðragjólingur uppi í.
Tað er fitt av kava og øgiligani bratt vesturav.
Ungir og grammir, sum teir eru, vilja teir ikki ganga frá. Teir fara niður bratt og hált, koma undir seyðin og prøva at reka hann upp, nú er fari at kava og seyðurin fæst ikki upp.
Teir royna og royna og til endans stingur veðragjólingurin seg niður niðast í Flatarøkrum.
Nú er hálvmyrkt og tað kavar av møkum.
Teir prøva at kasta á seyðin og einaferð lukkast.
Teir byrja at taka seg niðan við seyðinum ímillum sín, komnir niðan undir eggina, nú er verri. Eggjaskalvin hongur langt vesturav, hvat er nú til ráða at taka. Teir tosa sína millum, skulu teir prøva at grava seg upp gjøgnum skalvan, hvat nú um skalvin leypur, sum tá Óla Jákup í Vestmanna datt oman.
Teir byrja at grava og langt um leingi komu teir niðaná.Við seyðinum ímillum sín seta teir kós oman á Áarstígg, útlúgvaðir men vælnøgdir, avtala at ikki siga tað fyri nøkrum, annars sleppa teir ikki aftur í hagan.
Eingilsmenn vóru og gjørdu kanningar í samband við Natostøðina.
Teir høvdu eina hýttu uppi á Núgvuni og plagdi babba at reiða teimum vøru o.a.
Ein dagin hann skal niðan við vøru kemur ein flúgvari og sleppur posti niður.
Hann er komin út á heiðarnar og pakkin dalar niður stutt frá honum, men faldskermurin kemur niður á reyvina á heystinum, sum leypur av fananum til.
Hesin hesturin bleiv nervavrak eftir hetta.
Ein túrur, sum var tá Viggo abbi og babba skuldu til Havnar við einum tarvi. Teir sótu á hvør sínum rossi og høvdu tarvin ímillum sín. Tarvurin hevði ilt eyga á hesum reyða hestinum, sum babba sat á, vendi sær eftir hestinum í heilum. Komnir heim á Fløtugerð er abbi óansin. Hann fyllir sær pípuna og við eitt rykkir tarvurin í og abbi missir. Tarvurin innundir heystin hjá babba og grýtti báðar niður í eitt gil. Abbi var skjótur, fekk fatur á endanum og fingu teir surra tarvin til ein pela, har hann seinni bleiv skotin.
Ein onnur hending hann plagdi at siga frá,var tá Palli í Syðradali datt oman.
Babba var og tók veðragjólingar í útihaga. Hann hevði tikið tveir seyðir og var komin heim ímóti gerðinum, tá Maria Sivertsen lærarinda kemur rennandi og biður hann sleppa seyðunum og skunda sær heim í bygdina at hjálpa til.Seyðunum vildi hann ikki sleppa, fekk teir innum hegni, rann so heim, tók hestin Faxa og so við ferð heim í bygdina.
Har stóð Leif og gjørdi eina børu til. Teir so suður á Tungulíðgjógv har Palli var dottin.
Dánjal Pauli í Búðini og Hans Pauli sonur Palla høvdu funnið hann.Viggo abbi Andrass og onnur vóru komin til, og høvdu teir fingið Palla upp úr gjónni.
Palli bleiv lagdur á børuna og borin til Norðadals.
Babba bleiv sendur niðan á skarði (Gonguskarð) ímóti doktaranum. Hann skuldi bera tasku og annað fyri doktaran.
Haldi at tað var doktor Poulsen, hettar var síðst í januar 1957. Men har gjørdist onki, Palli hevði fingið so stóran skaða og doyði hann í hendrunum á doktor Poulsen.
Tað eru so nógvar hendingar/søgur úr Norðadali um alt møguligt: Bátsvanlukkur, grindaróður, dyrging, seiðaberg, rossatemjing, vongvenjing, mjólking, velting, silvurbrúdleypi, fjalldagar bæði í Norðadali og Skælingi, seyðasøgur, søgur um systkini og ikki minst kappríðingarnar. Best mintist babba kappingarnar tá hann reið ímóti Svenning Reinert, Óla Kristian Debes og Poul Mohr.
Flutnings møguleikarnir 1940—50---60unum vóru ikki teir sum vit kenna í dag.
Skuldi tú nakrastaðnis so var tað til gongu ella á rossabaki. Sagt er um systkini í Norðadali at tey vóru fødd á rossabaki. Rossini vóru teirra flutningsleið, og var tað nakað tey dugdi, var tað ríðing og ross, kanska serliga Lútje var óførur.
Mær er sagt at menn komu aðrastaðnis frá heim til Norðadals við styggum ótamdum rossum, fyri at fáa Lútja at venja tey. Hann var sterkur og ræddist onki, og skjótt fekk hann skil á hesum óvargadýrum.
Inntøkan í Norðadali var tað sum landbrúki gav. Høvðusinntøkan var rómin, sum bleiv seldur til Havnar.
3 ferðir um vikuna fóru tey til Havnar við róma, á rossabaki sjálvandi. Tað eru onkrar fittar søgur um at tá sjeikarnir úr Norðadali komu framvið Húsarahalds-skúlanum tá skuldu allar genturnar standa í vindeygunum og skríggja. Tilhaldsstaðið hjá teimum í Havn var hjá ommu og abbanum í Rættará. Rómin bleiv seldur til Frants Restorff.
Tá vøra skuldi heim um heystarnar bleiv hon flutt sjógv-vegis. Báturin Vesturleið førdi vøruna úr Havn.
Hann legði stilt útfyri gjónni, síðan bleiv vøran handað niður í ein árabát, róð inn á land, borin niðan frá, løgd uppá rossini ,reidd niðan á slætt, uppí hestavogn og koyrd niðan til hús. Eitt forferdiligt knoss.
Babba helt hettar verða alt ov strævið og vildi nógv heldur reiða alt av gamla enda, líka norðanfyri Sundsháls. Vøran bleiv koyrd úr Havn og niðan á gamla enda.
Tey høvdu altíð reitt vøru frá Oyggjavegnum, men tað vóru tey stóru innkeypini sum blivu førd sjógv-vegis. So við og við bleiv alt reitt frá gamla enda.
Nógvir hava túrarnir verið góðir og minni góðir. Eitt kvøldi vit sótu hjá babba fortaldi Ellen um ein minniligan túr hjá teimum. Hettar var á hávetri, tey høvdu lánt øll rossini í bygdini og fóru yvir á oyggjavegin eftir vøru. Babba var elstur av barnaflokkinum, sum fór avstað. Komin yvir á oyggjavegin, løgdu tey byrðarnar á rossini, tá brast hann á við stormi og kavaroki, tey bíðaðu nakað, um veðrið ikki mátti fara at batna. Dagurin var stuttur og tað byrjaði at skíma, so her mátti farast til gongu, tey ganga so norður eftir í illveðrinum, koma oman á skarið, tá er so nógvur vindur at byrðarnar fúka av rossunum og tey minstu børnini vóru tikin av hvirlunum.
Øyvind sigur við tey.”Nú ganga tit í gásagongd og halda fast í halanum á rossinum frammanfyri og ongin má sleppa.”
Tey komu oman um skarið, tá møta tey Albert, ið var komin at leita .Tey vóru jú bara børn, men tey lótu væl at, ongin noyddist at leita eftir teimum. Bæði vøra, ross og børn komu heim í øllum góðum.
Babba var føddur og uppvaksin ímillum kríðatúrini, og var tað hansara DNA.
Hann elskaði at fáast við jørð og kríðatúr, serliga seyð.
Longu sum smádrongur, gekk hann aftaná bøndrunum í Norðadali, og fekk hann oftani smálomb frá teimum. Hann kundi hava fleiri heimalomb í senn. Sum 6-7 ára gamal byrjaði hann at røkta saman við Andrassi og Johan. Hettar dámdi honum sera væl og var tað kanska ov nógv av tí góða. Hann fortaldi um tá váringin stóð fyri, øll vóru úti og arbeiddi.
Hann sá Johan fara í hagan og vildi sleppa við, men tað slapp hann ikki. arbeiðið skuldi gerast. Hann fann uppá ráð, Albert hevði grivið eina langa veit niðan á heruna, tá tey vaksnu ikki varnaðust tað, kreyp hann niður í veitina og grulvaði so niðan ígjøgnum hana, passaði sær løgir, so ongin sá hann og so helt hann aftaná Johan, hugurin var øgiligur.
Um heystarnar aftaná fjall, tók hann tað í gekk eftir.
Ofta slapp hann at eiga veðurlombini, sum komu seint og onkran vetur hevðið hann 12 til 14 hestlomb, ikki altíð vóru beiggjarnir samdir um allan hendan seyðin hann kom drassandi við.
Babba hevði ein serligan ans fyri kríðatúrum, føldi við teimum, hevði eyga sum fáur um trivnaður ella mistrivnaður. Um sjúkutekin vóru varnaðist hann tað beinavegin langt áðrenn tað bleiv sjónligt. Sum fjallmaður av teimum bestu, dugdi at síggja nær man skuldi koyra á og nær man skuldi trekkja seg frá. Tók hann uttanrætta, kom hann altíð heimaftur við tí hann var farin eftir, hann las kríðatúri av, visti nær tað ætlaði at leggja á ella stinga seg niður. Sjáldsama gott eyga, tað var sum um hann hugsaði, sum ein seyður í sovornum støðum. Aftaná barna skúlan fór hann á háskúla í Havn. Um skúlan sjálvan hevur hann ikki sagt so nógv, uttan tað at teir dreingirnir sníktu seg yvir til genturnar, og tá kom Marius og kússaðið teir uppá pláss aftur, tá flenti hann altíð, tað vóru stuttligar løtur, og helst onkur hending, ið ikki bleiv fortald.
Tankarnir um seyðin fylgdu eisini í skúlanum. Hann fortaldi um ein útnyrðingskava, ið kom knappliga og hann visti at eitt fylgi stóð undir ovasta hamrinum í Lítlabergi. Hann hevði ampa av hesum fylginum og vildi hava frí frá skúlanum, men tað bleiv sítt honum.
Tað kundi bíða til vikuskifti. Uppundir vikuskifti kom toyveður og skalvin omanfyri leyp og tók alt fylgi við í havið.
Sum 16-17 ára gamal fór hann at arbeiða uppá veg, frá Hósvík og norðureftir.
Tað var soleiðis at Viggo abbi forhandlaðið Massey Fergusson traktorarnar og tá hann seldi ein traktor fylgdi ofta annar av synunum við, fyri at læra keyparan at brúka traktorin.
Bæði Lútje og babba hava verið úti um landi og arbeitt við hesum níggju Massey Fergusson traktorunum, sum vóru eitt nýbrot tá í tíðini, teir avloystu arbeiðsrossini.
Arbeiði uppá vegin ímillum Hósvik og Áir dámdi babba sera væl, og ikki minst fólkini hann búði hjá, Ketty og Magnus. Hettar vóru minnir og vinabond hann hevði fyri lívið.
Á heysti í 1957 fór babba á Landbrúksskúla á Voss í Norra.
Teir vóru 3 føroyingar: Ólavur av Steinum, Rasmus Glyvradal og babba.
Hettar var ein spennandi tíð. Hann treivst væl, dámdi væl skúlan og øll tey fólkini hann kom at kenna har á leiðini. Seinni fór hann til Danmarkar at læra at ísáða (insemenera) neyt. Cornelius Reinert úr Kaldbak var eisini har. Cornelius segði mær einaferð hann var í Syðradali at pápi mín fekk so væl burtur úr hesum skeiðinum. “Burtur úr, hvussu tá” sigi eg. “ Jú, tú komst burtur úr” so flenti hann so hjartaliga. Cornelius er eisini farin, bert 14 dagar aftaná babba. Afturkomin úr Danmark fekst hann við ymiskt, traktorar, lastibilar o.a.
Einaferð mitt í 60’unum fer hann at koyra mjólkabil hjá gamla meiðaríið, sum Viggo abbi var eigari í.
Lastibil førari bleiv hansara lívsstarv. Koyrdi nógv ár hjá Just Sivertsen og sum 75 ára gamal koyrdi hann onkuntíð fyri bróðirsonin Hans Wilhelm.
Hettar dámdi honum væl, og var hann ikki sørt stoltur, at Hans Wilhelm tordi at lata hann koyra, hevði hug at reypa um, vit kendu nakran so gamlan lastibil førara.
Men flestu havnarfólk muga kenna hann sum træðarmannin á Gráasteini.
Havi hoyrt eldri træðarmann sagt at á Gráasteini, livdi undir hvørjum steini.
Babba bleiv ongantíð bóndi har hansara størsti hugur var.
Hinvegin so hevði hann helst størsta træðarbrúk, sum hevur verið í Havn.
Fyrst sum eg minnist, hevði hann 3 kýr uppi á Lútzenstrøð og í 67 tá vit fluttu út á Gráastein blivu tað 4 kýr. Hann slapp at leiga niðaru Hoydalar og bygdi sær súrhoyggjabrunn við fjósið úti á Gráasteini.
Fløtan í Hoydølum var fóðurgrundar-lagi. Træðarbrúki bara vaks tey næstu árini.
Hann hevði nógvar leigutræðir, gekk á fjalli í 4 hagapørtum, har hann eisini hevði summarfrælsir.
Í Hoyvík frá Pól Vang hevði hann neytafrælsið. Á Skælingi frá Hansi og seinni frá Tummas hevði hann rossa seyða og gásafrælsir og gekk á fjalli har alt sítt lív.
Hann hevði ein serligan tokka til Skæling. Eisini hevði hann gásafrælsi í nógvum øðrum hagapørtum, kendi allar bóndir og var væl við teir. Havi ofta hugsað um hvussu hann fekk tíð til alt hettar. Arbeiðsdagurin hjá honum byrjaði við at koyra post til mjólkabátarnar tíðiligani á morgni, heimaftur at mjólka og ambæta kríðatúrini, fáa okkum í skúla, og so norður eftir at heinta mjólk. Rutan gekk norður til Streymnes, afturat hesum var hann eykapolitistur.
Gjørdi einaferð tá træðarbrúki toppaði síðst í 80unum eitt yvirlit yvir øll kríðatúrini babba hevði. Gott nokk taldi eg hvønn fugl og unga við og tali kom uppá 420 dýr. Plagdi at skemta við hann um, at tað var tað sama sum Kirkjubøgarður. Ikki kann sigast annað enn at hann hevur verið av allar allar raskastu monnum, eitt arbeiðsgrev.
Sum pápi og familjumaður hevur babba altíð verið góður við okkum.
Trúgvin sum Yngerd omma hevði lagt í hann,vildi hann at vit eisini tóku ímóti.
Minnist so sera væl morgnarnar, vit hoyrdu hann seta á borðið, tendra útvarpið, og so kom hann inn og vakti okkum. Útvarpið kom so við sínum: (dur-dur-dur-dur-dur-dur-dur) út-varp-før-oya-góð-an-dag.
Síðani kom morgunlesturin og vit lýddu á bóðu faðirvár saman, ótu morgunmat og so koyrdi hann okkum í skúla. Ein sera góð byrjan uppá dagin.
Babba var sjarmør, dugdi væl at dansa og hevði kvinnu tekki.
Oda mamma og babba fingu 3 børn: Thorvald í 61, Brynhild í 63, og Birgir í 64.
Í 1980-81 møtti hann Ovhild og fittu lítlu Beintu sum er fødd í 78, minnist hvussu glaður hann var at Beinta fall so væl til úti á Gráasteini, og at vit vóru so góðir við hana, og hon við okkum. Síðan kom Bergur í 82, og Lív í 84. At fáa 3 smá systkin tá, var heilt fantastiskt og komu tey at ríka okkara lív allmikið.
Minnist hvussu stoltur hann var av teimum, vildi hava at tey eisini fingu gott í beini.
Hann helt uppá at mjólkin var tað allar vigtigasta fyri smábørn so hann fekk sær aftur kúgv. Helst hevur hann haft rætt og henda síðsta kúgvin haft sera góða mjólk.
Babba hevur altíð verið sera góður við børn, sjálvt um hann ikki hevði serlig pedagogisk evnir. Børnini flokkaðust rundan um hann, tey sluppu við í lastibilin, heystavognin og traktorin allastaðnis sluppu vit børn við. Hann dugdi at samanflatta spæl og arbeiði, og soleiðis fekk hann eisini nyttu burtur úr okkum, og vit børn elskaðu tað.
Túrarnir á Skorðadal við seyði, graslessini við lastibilinum hoylessini við hestavogninum og traktorinum, løturnar niðri í Hoydølum, altíð fult av børnum, og so Haiwai sodavatn og sjokuláta keks - tað var lønin, ógloymandi løtur.
Minnist eisini tá Bynna (Brynhild) kom á forsíðuna á myndablaðnum “NÙ” hvussu stoltur hann var av henni, og hvussu væl hann tók ímóti svigardøtrunum/synum tá tey komu út á Gráastein.
Rossini ríðitúrarnir og kappríðingarnar. Hvussu glaður hann var tá tað gekk væl hjá okkum í kappingum. Tá Birgir í 79 var við Flikkuni og fekk bestu tíð, tit fingu betri tíð og munurin aftur til hini rossini vaks fyri hvørja ferð hann fortaldi hesa søgu, og tá Bergur vann ferða-steypi, sum Yngerd omma hevði givið. Vit høvdu fult av rossum, hann passaði og vit riðu.
Tað var eitt privelegium, beint uttanfyri húsini, fjósi er fæst bygt í sethúsini. Trøðin, fjósi, rossagarðurin og stóra túni var samlingsstaðið hjá øllum børnum og ungum tá, altíð lív í, tað hendi altíð okkurt.
Ì 1996 tá vit fingu garðin í Syðradali var frøði á babba, tað var sum um dreymurin hjá honum var gingin út, hann sá øgiligar møguleikar á garðinum. Fyri at fáa tað at bera til máttu 3 treytir uppfyllast segði hann (tú mást vera góður við kríðatúrini ) (tú mást tíma at arbeiða) ( tú mást hava familjuna við tær).Onki er at ivast í at hettar er ein fyritreyt.Og har hava vit verið sera heppin. Øll vinfólkini, systkinabørnini og familjurnar bæði hjá mær og Anni hava haft stóran áhugað í garðinum og hjálpsemi hevur verið óbeskriviligt. Vinalagi ímillum verforeldrini Sigrun/Martin og babba, og hvussu tey knossaðust fyri okkum.
Hvønn einasta morgun kom babba til Syðradals við avlopsbreyði.
At síggja hann uppi við Ravnafoss, har hann kastaði breyð til gæsnar og seyðin, glaður og væl hurdir eygleiddi hann kríðatúrini.
Oman komin tømdu vit bilin, so inn til Anni at drekka kaffi. Hugnaprát um arbeiði, kríðatúr og ætlanir á garðinum, ella um okkurt vakurt lamb hann hevði sæð í morgun ”Hettar verður brundseyður/verðagjólingur” ivrigur og livandi greiddi hann frá, hann líka sum vildi sanmføra okkum um at hettar var penasta lambi í haganum.
Hansara partur í Syðradali kann ikki yvirmetast. Eitt annað var seyðasýningarnar, har hann altíð var við, kom runt í hvørt einasta seyðhús, spentur og gjørdi sær sínar metingar.
FM tiltakið norðuri á Búnaðarstovini var hæddarpunktið á heystinum. Hann var so bangin fyri at vit gloymdu at siga honum frá tá tiltakið bleiv, minti okkum á tað ígjøgnum allan oktobur mánaða.
Á sýningini í 2017, var hann serligani fegin. Syðradalshagi og Heygshagi vóru ímillum vinnararnar, babba og vinnmaðurin Òlavur av Steinum tóku ímóti steypunum frá Høgna Hoydal Landsstýrismanni, hettar var ein stórhending fyri hann.
( Ólavur og Babba uppi í vinstra hornið, á felagsmynd 2017. )
( Tríggir fegnir vinnarir í 2019. )
Heilsuna hevur hann haft góða, tó so onkur hóttaføll hava verið.
Sum smádrongur fekk hann blintarmbetendilsi og mátti hann undir skurð, alt fyri eitt í køkinum í Norðadali, tað stóð um lív. Astrid og Ellen hava sagt mær, at eftir hetta bleiv ansað serliga væl eftir honum, og bleiv hann meira forkelaður enn hini systikini. Serliga mamman Yngegerd helt hondina yvir honum. Ì 84 fekk hann bruna í búkspítskirtilin og støðan var álvarsom. Hetta at liggja álvarsligani sjúkur og eiga 3 smábørn var ræðuligt fyri hann. Í eini tíð tá kassa-mentaliteturin var í hæddini, tók babba saman við øðrum eina stóra avgerð.
Hann vildi gerða alt sum gerðast kundi fyri at varðveita lívið. Vinurin Ingi Mohr sáli fór við honum yvir til Íslands á viðgerðarstaðið Vón í Reykjavík. Hettar var í 85 og smakkaði hann ongantíð dropan aftur. Hann segði oftani at hettar var tað besta sum hent var í hansara vaksna lívið. 2013 fekk hann kreft í hálsin, fór niður á Ríkissjúkrahúsi og fekk stráluviðgerð. Læknarnir fingu bast sjúkuni, men arrini av viðgerðini lektust ongantíð aftur. Svølgið var oyðilagt, so tað hann át var mest sum alt flótandi, og gjørdist hann øgiligani klænur.
Men hann var glaður og takksamur fyri lívið, hevði møtt Eyðleyg nakað framanundan og var umgyrdur av abba og langabba-børnum, sum hann var so góður við.
Hann fekk 8 góð ár og eina meira róliga tilverðu. Í mei mánaða byrjaði hann at gremja seg um at hann orkaði ikki meir. Lomb og gásarungarnir komu, men hann gleddist ikki sum hann plagdi.
Fyrst í juni fer hann til lækna, og fær staðfest at kreftin er komin aftur.
Avgjørdur takkar hann nei til nakra viðgerð. ”Man má líða viðhvørt, um man skal standa við rósum til síðst” sitat hjá Jógvan Fríðriksson Bispur.
Eftir hettar koyrdi hann ongantíð bil aftur, men systrarnar sum altíð hava verið so góðar við hann, koyrdu allastaðnis hann ynskti. Hann var forvitin og glaður um samstarvið vit hava við allar grannabóndir og ikki minst Ólav og Sigert.
Systranar Astrid og Ellen skiftust um at koyra hann, til Syðradals, Norðadals og niðan á Vatnaskarðar, hann fylgdi við um vit gjørdu naka til nyttu. Á fjalli í summar (áseyðaroyting) koyrdi Astrid hann til Syðradals. Fjalldagurin hilnaðist ikki serligani væl, tað kom mjørki so nakað av seyði manglaði, hettar helt hann lítið um “Fara á fjall í greyta svarta mjørka” so risti hann við høvdinum og legði afturat “Onki skil í nú eg ikki eri við”.
Sjálvt um hann var viknaður nógv, kom hann inn í seyðahúsið, spurdi eftir einari tvílembu sum plagdi at eta breyð frá honum.
( Babba og Ellen í nýggja bilinum. )
Í august mánaða fór eg norð til Klaksvíkar eftir Anni, tá kom babba við ein biltúr.
Hettar var ein av teimun góðu døgunum. Hann tosaði um samferðsluna hvussu ótrúligt tað er. ”Vit máttu berða og reiða og nú koyra vit undir firðir og ígjøgnum fjøll. Føroyar er eitt ríkt land”.
Aftur komin til Havnar koyrdi eg oman í Hoydalar. (Tað skuldi eg kanska ikki gjørt).
At síggja sorgtámið í eygnakrókunum á honum, helt lítið um landsins myndugleikar at Hoydalar liggja í vandrøkt og sum ein stór skomm. Hoydalar, sum hann hevði haft so stóra gleði av. Ynski hansara var at bygningarnir blivu ellisheim og at hann endaði har einaferð.
Vanliga tosi um hvørji kríðatúr skuldi setast við í heyst, veðragjólingur, sleppingarlamb ella bøguungi var ikki sum tað plagdi.
Nei alt skuldi takast av, hann visti hvønn veg tað bar.
Nú hann viknaði fyri hvønn dag, hevði hann eittans ynski, at hann slapp at verða á Gráasteini og verða borin út haðani, serligani glaður var hann um at Lív og børnini vóru komin út á Gráastein at búgva.
Fríggjakvøldi 24 septembur sovnaði babba spakuligani burtur. Yngsta dótturin, eygnasteinurin hjá honum Lív, sat við hansara lið og helt í hondina á honum.
" Og einaferð vit fáa boð,
Tá síðstu ferð vit anda,
Úr heiminum vit fara so,
Hjá tær um ævir standa. "
Ein sera vakur endi á hesum foldarlívi, ein arbeiðshestur hevur lagt frá sær.
Sum Heri prestur segði í kirkjuni “Arbeiðið var lívið og lívið var arbeiðið."
Leygardagin veitraði flaggi í hálvari stong á Gráasteini. Vindur, regn og mjørkin hekk niður á hálva Kirkjubøreyn. Seyðurin stóð og krokaði, hønurnar vóru innandura og kúrdu, dunnurnar lógu friðaligar í ánni, alt var stilt og kvirt.
Mánadagin tá kistan fer frá húsinum og framvið dunnugarðinum stendur allur fuglurin framvið hegninum og letur eitt 'síðsta farvæl'.
Týsdag var jarðarferðin úr einari fullsettari Vesturkirkju, veðrið var av tí allar fagrasta, abba og langabørnini kasta rósir á kistuna, og seta okkum vaksnu spurningar.
Lítli Thorvald spyr “hvør skal nú koma við breyði”.
Friður verið við minninum um pápa mín Øyvind Lützen.
Keypmannahavn 18 januar 2022 í Venøgade 8.
Thorvald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald