So fór Olaf heim til Harran eftir eitt langt lív á sjógvi og landi.
Likamið, sum einaferð var sterkt og orkaði alt, orkaði, nú ellin var farin at tyngja, ikki meir.
Góði Olaf, takk fyri árini sum vit høvdu teg og Hannu ímillum okkum. Her hugsi eg sjálvandi fyrst og fremst um tykkara fyrimyndarliga trúfesti móti samkomuni í Berøa.
Tað var okkum til stóra gleði, tá tit búsettust inni á Glyvrum.
Takk fyri samfelag og bliðskap sum tit altíð vístu, tá vit komu inn á gólvið.
Saknurin var stórur, tá Hanna andaðist fyri nøkrum árum síðani. Tit vóru so góð sum hjún, og fyrimyndarlig í allar mátar.
At tú longdist at síggja hana aftur ivaðust vit ikki í. Nærum hvørja ferð tú vart á møti, gav tú sangin
"Mær leingist at síggja staðin" út.
Góði Olaf, nú er longsulin stillaður og tú syngur tann nýggja songin saman við teimum, sum "undan fóru"
Takk fyri alt gott og Harrin signið minnið eftir Olaf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald