2022-02-16 12:32
Góði pápi, eitt av mongu minninum eg havi eru allir føðigardagarnir.
Einki skuldi mangla og føroyskur matur var hvørja ferð við. Ræst kjøt, skerpikjøt og rullipylsa. Lagkakan var eisini gjørd, tann við sviskugreyti og budingi, við heimabakaðum botnum.
Ja tú dámdi væl tá øll komu, tí at halda føðingardag, tað var tað man átti at gera.
Nú eru fáir føðingardagar, korona broytti nógv, men vit eru í so skjót at siga gott er. Tú er ikki her at siga, harra gud vit gera bara….., og so koyrdi tað.
Tað hevði verið ynskiligt at feira teg í dag, men so var ikki. Nú eru meira enn 5 ár liðin síðan tú fór, og enn er saknurin líka stórur. Sorgin má sleppa at búgva onkustaðni, og lívið fer víðari.
Vit eru heppin at eiga mammu
Eitt eri eg takksom fyri, tað at tú var pápi mín, og alt tað tú lærdi meg.
Tú var vitugur og hevði altíð tíð at lurta og tosa. Nógv hava siti á hasum bonkinum, í køkinum í Sandavági.
Tú lærdi at vit skuldu geva við gleði, at deila so øll fingu sítt.
Men illsintur var tú eisini, men tað mátti treingja til viðhvørt.
Tað sum situr mest eftir er tað handaliga. Rúgvan sum tínar hendur skaptu hevði verið stór, bæði av bundnum pløggum, træ lutum, horn lutum og alt tú veiddi. Túrarnir at fiska, ella á fjall vóru eisini ríkir, men at fiska síl var ikki fyri meg.
Tú hevur íhvussu er lært meg at alt ber til, hóast tú ikki hevði internet at leita upp ella facebook, instagram, pintrest, tiktok ella hvat alt eitur, so fanst tú uppá alt sjálvur. Onkuntíð fanst tú okkurt í vikublaðnum Hjemmet, tað smílast vit eftir í dag.
Góði pápi takk fyri alt tú lærdi meg, eg skal gera mítt fyri at føra tað víðari. Nøgdsemi, takksemi, tryggleika og kærleika er tað tú hevur givið mær.
Um tú var her á 80 ára degnum, høvdu vit hildi dagin, gott er at eiga góð minnir.
Jú eldri eg blívi, skilji eg meir og meir hvat tú meinti við.
Gravsteinurin er gjørdur, tað var týdningarmikið at fáa ein stein úr náttúruni, við tínari hondskrift á.
Vit síggjast aftur ein dag.
Sangurin nánd er so sigandi.
So rótleyst er sinnið títt, altíò á ferò
tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
enn siggja taò vakra, sum er í nánd?
Tað tykir at livið er kediligt-grátt,
hvønn er tað tú saknar - hví falla i fátt?
Tá aldri tú unnir tær hvild ella frið,
fast onki at grógva við tína lið.
Far innar i stovuna, um hon er trong
og lurta - hon syngur ein stillan song;
hon rúmar tó nakað sum tú leggur i
har vantar bert tað- at tú varnast tí.
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjoll,
hvør sigur hon finst ei i heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald