Fríggjadagin 18. februar fingu vit boðini, at okkara Jóhan var farin, men ikki kom tað óvæntað, sjúka hevði merkt hann í fleiri ár, men fyri okkum sum stóðu honum nær, er tað altíð tungt tá lívsneistin slóknar.
Jóhan var sonur Karolinu Simonsen (13.01.1906-11.02.2003 f.Petersen) og Esbern Simonsen (02.11.1902- 13.11.1990) á Høgabóli i Saltangará.
Karolina var ættað úr Mittúni á Selatrað, dóttir Magdalenu og Óla Petersen í Mittúni, bónda og handilsmann og Esbern var sonur Johannu og Símun Simonsen á Høgabóli, handilsmann og reiðara.
Upprunaliga vóru tey 8 systkin og nú eru Marjun, Óli, Hálvdan og Annelisa eftir.
Jóhan vaks upp í tá lítlu bygdini, Saltangará ella Heiðarnar, sum vit eisini nevndu hana, nógv kenna ikki nøvnini í dag, og nógv kalla alt frá Lambareiði og út til Toftavatn fyri Runavík.
Skúlagongdin hjá Jóhan var á Glyvrum hjá frú og harra Bjarnadal í sjey ár, sum var vanligt á bygd tá í tíðini.
Aftaná tey sjey árini, var vanligt hjá dreingjum, at fara til skips, men tað haldi eg ikki var hansara áhugi, nei hansara áhugi var meira at læra okkurt annað, og eftir at hava fingist við ymiskt arbeiði, fór hann seinast í fimtiárinum á Rønde Højskole og seinri á Rønde Kursus, har hann tók præliminæreksamen, aftur komin, fyrst í sekstiárinum, fór hann í bankalæru í Føroya Banka.
Í Føroya Banka var hann heilt fram til 1992 og tey seinastu 6 árini var hann ein av stjórunum í bankanum.
Í 1992 gavst hann í bankanum og bleiv vinnurekandi, keypti Sveisihandilin nú Føniks, sum hann rak við hepnari hond til hann læt seg pensjonera og gav leiðsluna yvir til sonin Bárð.
Sjálvandi var Jóhan glaður fyri heimbygdina Heiðarnar, men heimbygdin hjá mammuni Selatraður, var honum eisini sera kær, har kom hann ofta og treivst væl hjá abbanum og mostrini Nannu og hjá okkum systkinabørunum í Mittúni.
Við hvørt varð hann so leingi á Selatrað, at hann gekk í skúla har, og tá undirritaði og hann vóru javnaldrar, komu vit at hava nógv saman í uppvøkstrinum og vóru bestu vinir allar dagar.
Vit høvdu ofta á orðið, at vit vóru dóptir í sama vatni í Kirkjuni á Selatrað 19. juli 1942 og fermdir saman í Nesi Kirkju 30. september 1956 og hartil vóru vit dupult systkinabørn, ikki undarligt at vit mettu okkum næstan sum brøður.
Tá Jóhan kom aftur úr Danmark fyrst í sekstiárinum og kom í banklæru í Havn, var ikki leingi til hann fann sær gentu, tað var Sigrun fødd Johansen, tey giftust og hava livað eitt langt lív saman og eiga tey trý børn Karin, Bárður og Eyðun.
Henda síðsta tíðin hjá Jóhan hevur verið stríggin og ikki minst hjá tær Sigrun, men tú tókst tað í tolni som tað kom seg og var um hann hvønn dag úti á Tjarnargarði.
Sum fyrr nevnt varð lívsleiðin hjá Jóhan bankaverðin og sjálvstøðugt rekandi handilsmaður, men hann var eisini mentamaður.
Tað gamla, at fara á flot og út at fá sær at kóka, lág honum altíð á sinni og hevði hann bát meginpartin av lívinum. Ikki var hann heilt sørur sum miðamaður, tað hevði hann eftir verpápanum Talis, sum hann málbar seg, Talis var jú tiltikin miðamaður.
Eisini var Jóhan limur í Lions felaskapinum í nógv ár.
Eitt annað hann hevði stóran áhuga fyri, var tí gomlu føroysku kvæðamentanini og var hann við at stovna Eysturoyar Dansifelag, eitt felag sum stendur í fullum blóma enn.
At fara í kirkju hvønn sunnumorgun, var heilt natúrligt hjá honum og eftir at tey fluttu úr Fuglafirði, bleiv Dómkirkjan hansara andaliga heim, har hann eisini bleiv deknur.
Eitt starv hann røkti í yvir 20 ár og við stórari eyðmýkt.
Góða Sigrun, børn og abbabørn, Hann sum øllum valdar troysti tykkum í sakninum av einum góðum manni, pápa og abba.
Takk fyri tíðina góði Jóhan og góða ferð í annað heim, síggjast.
Símun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald