Gert bróður, orð eru fátøk. Ikki vardi tað okkum, tann lagnumorgun, tú brádliga bleivst tikin frá okkum. Alt var við tað sama, ein vanligur leygarmorgun og tú vart júst liðugur við dagsins hondbóltsvenjing. Tú skuldi fara at koyra systir okkara til dans, men ongantíð komst tú so langt. Tað skal bara eitt splitsekund til, so er alt vent á høvdi. Lívið hjá okkum er nú kollvelt og tómrúmið er øgiligt. Saknurin er ovurmikil, og øll bygdin syrgir teg, tað skalt tú vita.
18 ára gamal. Tú vart ein brúsandi unglingi í fagrasta blóma, og nú skuldi tú veruliga byrja lívsleið tína. Tú dugdi at liva, og tað er mær ein lítil uggi í skrivandi stund, at hóast árini blivu fá, so fekst tú nógv burturúr. Eitt satt lívstykkið, hvar enn tú so vart. Tú lívgaði samveruna við tínum dámliga huglagið og skemtingarsama lyndi. Sum barn vart tú sera lívligur og sjáldan vart tú í frið. Vit beistaðust nógv og mangan gjørdist leikur harður. Tað sást týðiliga, at tú hevði evnir, tí hóast eg eri 5 ár eldri, so fekk eg meg sanniliga royndan. Ein góður drongur, uppá allar mátar.
Hondbólturin var títt hjartabarn og hann gekst tú sera høgt uppí. Evnini hevði tú góð og tað var júst nú, at tú byrjaði at sleppa inn á besta mansliði. Mangan kjakaðust vit um ymiskt viðvíkjandi hondbóltinum. Oftani ósamdir, men soleiðis eru brøður. Myndina niðanfyri eri eg ógvuliga glaður fyri. At sleppa at spæla saman við tær í bestu deildini eri eg sera glaður fyri. Minuttirnir gjørdust alt ov fáir, men minnini fari eg altíð at hava við mær. Tað verður ógvuliga tungt at fara aftur til venjing, men eg havi sett mær fyri, at bæði eg og restin av hópinum skulu ikki steðga upp. Eg veit at tú hevði viljað tað. Vit fara at arbeiða hart fyri tær, Gert.
Beint nú er tað ógvuliga svárt fyri okkum her heima. 6 eru blivin til 5 og trupult er at sita við køksborðið og síggja tín sess tóman. Siti og skrivi hesa heilsu inni í kamarinum hjá tær, sum nú stendur tømt. Her er ein buldrandi tøgn, sum verður ómøgulig at fylla. Mong tár eru fallin og sorgin nívur okkum øll. Eg vóni, at ein dag gerst sorgin til gleði, tá vit minnast afturá teg sum menniskja. Minnini hava vit nógv og góð.
Góði Gert. Lagnan er hørð og lívið er órættvíst. Aldrin hevði tú uppiborið hetta. Alt er óveruligt fyri okkum beint nú og spurningarnir eru nógvir. Hóast vit neyvan fáa svar uppá hesar spurningar, so siti eg við eini vón um, at tú ert har úti í tilveruni og heldur hond um okkum. Vit elska teg øll og aldrin verður tú gloymdur.
Karstin Dánjalsson í Húsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald