Mentan

Mín stóra søgubíblia.

.

2025-12-08 14:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Forlagið Vøkstur, sum Fólkakirkjan eigur, hevur givið út sína fyrstu barnarbíbliu, Mín stóra søgubíblia.

Talan er um eina stóra, spennandi og serliga barnabíbliu.

Mín stóra søgubíblia er skipað soleiðis, at ein frísk og føgur heilsíðumynd er til hvørja søgu.

Víst verður til, hvar í Bíbliuni søgan finst, og tíðum verður víst til annað tilsvarandi tilfar í somu bók. Evnisyvirlit er aftast í bókini og eisini áhugaverd bíbliukort.

Bókin er egnað til øll. Foreldur kunnu fortelja smærri børnum bíbiusøgurnar, tí teksturin er greiður, og myndirnar talandi. Størri børn kunnu lesa sjálvi. Og so er bókin góð hjá vaksnum eisini.

Mín stóra søgubíblia er 290 síður.

Prísurin er kr. 275, og fæst bókin í bókabúðunum um landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder