Mentan

Miðvágs kommunusøga komin út í bókaverki

26. mai 2024 var eitt tiltak í bygdarhúsinum í Miðvági, har Miðvágs kommunusøga í trimum bindum, eftir Sonna Jacobsen, kom út.

2024-05-28 23:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fitt av fólki var møtt upp til tiltakið.

Myndirnar sýna Sonna Jacobsen greiða frá um arbeiði og um bøkurnar. Og løtuna, tá eitt eintak av bókunum varð handa borgarstjóranum í Vága kommunu, Bjarna Prior. Og signering av bókum.

Ása Wenningsted hevur tikið myndirnar.


Røðan Sonni Jacobsen helt er niðanfyri:


Góðan dagin og takk til tykkum sum møttu upp her í dag.


Í mínari verð, og vónandi hjá tykkum eisini, er hetta ein stórur dagur. Fái loyvi til at leggja fram bókaverk um Miðvágs kommunu í trimum bindum á tilsamans 1168 síðum.


Tað hevur verið eitt stórt og umfatandi arbeiði at koma hertil. Skal ikki troytta tykkum við ov nógvum smálutum, men tað byrjaði við at skilja skjølini, síðan at finna og skriva inn tað, sum hildið var viðkomandi og áhugavert søguliga sæð. Og so at skriva hetta saman til smáar søgur um tey ymisku økini innan kommunuarbeiði gjøgnum tíðina. Sum so tilsamans gerð eina samlaða kommunusøgu.


Ikki tykkum at siga, so er kommunan innblandað í stórt sæð alt innan eina bygd. So tað blívur eisini til eitt slag av bygdarsøgu - men sæð úr vinklinum frá kommununi. Tí tað er kommunan, sum stendur fyri øllum teimum stóru tingunum, sum henda í eini bygd. Vegagerðir, havnabygging, skúlabyggingar og skúlahald, vatnveiting, barnaansing og mong, mong onnur ting. Har eg seinni fari stutt at nevna hesi.


TAKK

Fari tó fyrst at veita eina tøkk til ymisk fólk, sum á ymsan hátt hava hjálpt til. Við frásagnum myndum og annað: Hanna Hansen, Jóhannes Dam Hansen, Georg Hansen, Ólavur Hansen, Anna Hansen, Mikkjal Davidsen sáli, Helgi Hansen sáli, Thomas Jacob Johansen, Hanna Maria Niclasen, Hallgerð Olsen, Jan á Høgabóli, Dagbjørn Hansen, Jan Erik Simonsen og Gudmund Gudmundsen.


Har eg eri Hannu Hansen serliga takksamur fyri stóra hjálp við myndum úr Miðvági. Og Gudmund Gudmundsen fyri loyvi at læna sera áhugavert tilfar um Snarfrost, har eisini eitt fitt søgubrot er í bókunum um tað. Sum ikki kundi verið so fullfíggjað um hetta tilfar ikki var. Og núverandi eigarum av Snarfrost fyri tilfar frá gamla virkinum. Og Georg Hansen f.v. kommunuskrivara fyri holla hjálp á fleiri økjum.

Upplýsingar um Vatnsoyrar og okkurt afturat eisini: Karl Jóhan Nielsen, Dánjal Poulsen sáli og Ólavur Poulsen.


Og so vil eg sjálvandi takka Vága kommunu fyri at vera so mentað sinnað, sum m.a. hetta tiltakið hesa vikuna eisini sýnir, at tey hava sæð virði í at fáa søguna skrivaða og festa á blað. Okkum og eftirkomarunum til kunningar. Serliga eru tað borgarstjóranir, sum hava verið hesa tíðina. Núverandi borgarstjóri Bjarni Prior, f.v. borgarstjóri Eyðdis Hartmann Niclasen, har arbeiðið byrjaði tá hon var borgarstjóri og Rósa Samuelsen, sum var borgarstjóri áðrenn. Og tá tosið um hetta arbeiðið byrjaði. Stóra tøkk til tykkum og ikki minst tey, sum hava sitið í býráðnum hesi árini. Uttan tykkara stuðul og vælvild var hetta ikki møguligt.


Og so vil eg takka Várharra fyri at hava givið heilsu og møguleika til hetta.

---


Minnist ein av Landsskjalasavninum undraðist einaferð um hví ikki fleiri granskaðu í skjølunum á savninum, tí har finnast upplýsingar um so øgiliga nógv av øllum handa slag. Sjálvandi verður granskað í hesum, men hann helt at tað kundi verið so nógv meira granskað, tí tilfarið er nærmast ótømiligt.


Tá eg fyrru helvt av 90-unum skrivaði bøkurnar “Sørvágur og sørvingar” var eg nokkso fitt á L.S. og gisti hjá skyldfólki í Havnini (Undirsjóartunnilin var ikki komin tá) og sat um dagarnar og skrivaði av úr kirkjubókum og fólkayvirlitinum, umframt at eg fekk avrit av viðkomandi skiftum frá 1700 og upp til uml. 1900, og annað tilfar eisini, sum eg brúkti at skipa ættirnar í bygdini eftir. Nógv av hesum tilfarinum finnist nú úti á netinum á History.fo. So í dag vildi tað verið ólíka lættari.


Í førinum við kommunusøgunum, havi eg skilt og skrásett arkivini hjá kommununum. Og harfrá fingið tær upplýsingar, sum eg havi havt brúk fyri. So henda søguskrivingin byggir í høvuðsheitum á uppruna skjalatilfar frá kommununum. Og so eisini í minni mun á munnligar frásagnir.

Og er tí í stóran mun keldutilfar og kann tí saktans, vil eg meta, brúkast til gransking av ymsum slag innan kommunurnar í Vágum. Og helst víðari eisini.


Sum nevnt er samlaða tilfarið býtt í trý bind. Har eg havi valt eitt høvuðsevni fyri hvørt bindið.

Bind 1 vegagerðir. Bind 2 skúlasøga og bind 3 havnaviðurskiftini. Umframt hesi eru nógv onnur stór og smá evnir innan kommununa umrødd í bókunum.


Bind 1

Um eg stutt skal siga um innihaldið í bókunum so eru vegagerðir størsta evnið her. Annars verður byrjað við at siga frá um, tá Miðvágs kommuna varð sett á stovn og um tá kommunurnar tóku seg úr tí samlaðu Vága Prestagjalds kommunu. Og so um kommunuráð og kommunuráðsval 1915 til 2008. Har so smærri søgur eru innímillum. M.a. kann nevnast at tann navnframi Mikkjal á Ryggi, sum standmynd er reist av í Miðvági, helst mest fyri sínar sálmar og natúrulærur, var fyrsti borgarstjórin í Miðvági. Men hann sat bert í góðan mána, so segði hann seg frá sum formaður og helt áfram sum vanligu limur. So ein kann siga, at fyrsti veruligi formaðurin var Rasmus Niclasen, sum sat til hann andaðist í 1920. Hann er einasti bygdaráðslimur í Miðvági, sum andaðist meðan hann sat í bygdaráðnum. So má ein sjálvandi nevna Søren Danielsen, sum fleiri hildu vera sjálv ímyndin av Miðvágs kommunu fyrru helvt av 1900- árunum, sat í yvir 30 ár í kommunustýrinum og stóran part av tíðini sum formaður.

Í bókini eru myndir av øllum kommunustýrislimunum gjøgnum tíðina, eisini teimum, sum avloystu í longri ella styttri tíð.


Um vegirnar kann ein siga, at áðrenn kommunurnar tóku við, sum í Vágum var í 1873, vóru eingir vegir. Tað vóru traðkaðar gøtur og sonevndar rossagøtur, sum vóru eitt sindur viðgjørdar og styrktar her og har. Kanska nøkulunda sum tey nú gera við hagagøtum, har ístaðin útlendingar nú koma at halda hesar gøtur við kenda heitinum “Closed for Maintance”.

Fyrstu vegirnir vóru inni í bygdunum og tað var tað kommunan savnaði seg um tey fyrstu mongu árini. Tað gekk væl seinni við at fáa vegir millum bygdirnar. Rossagøta var millum Miðvág og Sandavág, sum sæst á kortinum frá ár 1900. Men tað vit í dag vildu kalla vegir varð ikki byrjað upp á at gera fyrr enn í 1902, í fyrstu atløgu ætla sum byrjan til veg frá Sandavági til Sørvágs. Men vegagerðin millum Miðvág og Sørvág var ikki gjørd fyrr enn í 1920 árunum og liðug í 1925. Bert fyri at nevnda høvuðstingini har.


Næsti partur er um jarðamøður í Miðvági, har tað sæst at tann fyrsta lønta jarðamóðurin í Miðvági varð sett í starv í 1851. Lønin var tó forsvinnandi lítil, um ein so kann siga. Tað var ikki nakað tær kundu liva av so tær hava gjørt annað arbeiði eisini.


So er ein hampuliga drúgv gjøgnumgongd av søguni um at fáa lækna í Vágum og til fyrsti læknin kom í 1911 og so nakað um allar kommunulæknarnar, sum hava verið í Vágum, har eg havi verið so heppin at finna fram til myndir av teimum flestu, har teir fyrstu næstan allir vóru danir. Og við har er søgan um læknahúsini í Miðvági, sum er rímuliga væl dokumenterað í skjølunum hjá kommununi.

Millum læknarnar kann nevnast danski kvinnuligi læknin Else Mayer, sum var kommunulækni í Vágum frá 1922 til 1928, har m.a. mykinesmenn røstu henni óført fyri hennara dirvi at koma til Mykinesar sjálvt tá ókyrt var, har hon við bjargalínu gekk upp á oynna á norðaru síðu. Tað var meira enn mannligu kommunulæknarnir høvdu gjørt áðrenn hana. Har eru annars eisini aðrar søgur. M.a. um grikkan Lygonis, sum gjørdi eitt sindur av rumbuli í Noregi, eftir at vera farin hagar úr Føroyum, har hann gjørdist sjúkrahússtjóri á einum kommunusjúkrahúsi og brúkti í so nógv av peningi, meira enn kommunan dámdi, upp á sjúkrahúsi.

So er nakað um Telefonstøðina í Miðvági, har í høvuðsheitum trý fólk hvørt eftir annað høvdu telefonstøðina og greitt er frá um tað.

Eisini ein partur um elveiting í Miðvági, sum byrjaði við privatum elverkum fram til at S.E.V. byrjaði. Har m.a. J.K. Joensen hevði eitt privat elverk í bygdini og aðrir við.

Bind 1 endar við yvirliti yvir ymsar kommunalar nevndir og hvør ið sat í hesum nevndunum gjøgnum árini.

Til allar seinast er navnalisti yvir tey, sum eru nevnd í bókini. Tað sama er við hinum báðum bókunum. Kann til stuttleika nevna at eg var á Filipinnunum og ferðaðist og meðan eg var har var vatnflóð og áarføri so ein slapp ongastaðni í 5 dagar. Streymur var tó og eg hevði fartelduna við. So ein stórur partur av navnalistanum til bind 1 var gjørdur har at stytta um stundir við, til vatnið fjarðaði aftur.


Bind 2

Bind 2 byrjar við stóra evninum, skúlasøga, har sjálvandi fyrsti bygdarskúlin í Føroyum, sum var í Miðvági, verður væl umrøddur. Og Gamli skúli. Skal sigast, at Giljanes skúli verður umrøddur, men ikki so grundina sum hinir, tí ætlanin er at hann skal vera meira grundiga umrøddur í komandi kommunusøgu um Sandavágs kommunu. Tað er so ein vigan ímóti, at Miðvágs-Sandavágs havn verður umrødd í bókunum um Miðvágs kommunu.

Í hesum partinum verður greitt frá um gomlu skúlabyggingarnar og verða allir lærararnir, sum hava verið í starvið fram til 2008, nevndir. Teir flestu við mynd eisini.

Onnur evni í bind 2 eru skrivstova og skrivstovufólk. Har sagt er frá um byggingina av kommunuskrivstovuni í Miðvági og um tey starvsfólk, sum starvaðust har.

Har er eisini partur um kommunalt politi, sum varð sett á stovn undir Krígnum og helt áfram til 1958, tá politiið gjødist danskt, um ein so kann siga. Har danska løgmálaráðið tók yvir.

Ein partur er um ruskinnsavnan, sum byrjaði kommunalt í 1966. Og byrjaði hetta um somu tíð í øllum teimum størru bygdunum í Vágum. Har ruskið, sum áður í mestan mund varð blakað á sjógv, nú varð samlað saman og brent. Um tað ikki var perfekt, so var tað munandi betur enn tað, ið var frammanundan. Tá IRF tók við seinast í áttatiárunum gjørdist arbeiðið meira professionelt, kunnu vit vist siga. Í hesum partinum eru so teir nevndir, sum koyrdu ruskið undir gomlu skipanini.

Vit koma so til barnaansing, sum tað longu í 1970-unum var boð eftir, við tað at kvinnurnar vóru farnar at arbeiða meira úti, enn tær høvdu gjørt áðrenn. T.d. vegna at flakavirkir vóru komin í oynni. Ein privat dagrøkt byrjaði í Miðvági í 1983 og kommunal dagrøkt í 1985. Har eru so stovnar, leiðarar og dagrøktarar nevnd og m.a. sagt frá um byggingina av barnagarðinum Miðgarður. Áðrenn var tað m.a. Gamli skúli brúktur og onnur høli eisini av og á.

Læknamiðstøðin í Miðvági, sum Miðvágs kommuna lat byggja er eisini umrødd rímuliga grundina og tey starvsfólk, sum hava verið har.

Ein partur er um landbúna, m.a. út frá listum um seyðateljingar í Miðvági o.a.

Og so havi eg skrivað eitt sindur søguliga um Kálvalíð og um Jansagerði, við tað at kommunan kom at hava við hesi at gera eisini.

Bind 2 endar við frasagnum um kirkjugarðarnar í Miðvági, tann við Kirkjar og tann Norði á Tjørn og um hermannakirkjugarðin. Eisini eru gravararnir nevndir, har tað serstaka var í Miðvági, at kommunan setti fastar gravarar í starv. Sum tó sjálvandi bert varð eitt síðustarv. Aðrastaðni var tað vanligt at komandi og farandi kommunuarbeiðarar gjørdu hetta. Eisini er ein partur um Minnisvarðan.


Bind 3

Bind 3 skal eg ganga eitt sindur skjótari ígjøgnum.

Høvuðsevnið her eru havnabyggingar í Miðvági. Fyrst undir Miðvágs kommunu m.a. innari molin og gamla kaiin, so frá 1953 undir Miðvágs-Sandavágs havn, har tó Miðvágs kommuna hevði økið sjálv á Prestlandinum og gjørdi sjálv útbyggingar har. Har eru allar havnabyggingar rímuliga grundiga viðgjørdar. Sera áhugavert evni, haldi eg sjálvur.

Síðan er um Vatnverkið og útbyggingar av tí, onkrar nevndir afturat og so um Miðvágs Sløkkilið og um Miðvágs-Sandavágs sløkilið.

At enda um flakavirkið Snarfrost. Og um onkur undrast um hví tað er nevnt í eini kommunusøgu, so kann sigast, at tað er tí, at Miðvágs kommuna var størsti eigarin í virkinum. Eftir hana komu Landsstýrið og Sandavágs kommuna umframt smærri íleggjaðrar. Ein sera áhugaverd søga, haldi eg, og næstan sum ein spennigssøga í pørtum, tá talan er um skipakeyp í rúgvuvís til tíðir. Har var gott mót oftani, haldi eg. Men skip máttu til um virkið skuldi fáa nokk av ráðvøru. So tað var vist ein neyðtørvur.

Til seinast og sum seinasta søgan í kommunusøguni, er nakað um samskifti millum kommununa og Miðvágs Bóltfelag. Sum byggir á kommunuskjøl og skjøl frá áhugafelagnum hjá MB.


Sandavágs kommunusøga

Til allar seinast skal eg nevna, at í fjør varð byrjað við eini kommunusøgu um Sandavágs kommunu, sum byrjaði við at fáa skilt gomlu skjølini hjá kommununi og fáa tey skrásett.

Eri nú byrjaður at skriva søgu burtur úr teimum skjølunum.

Nær tað verður liðugt tori eg ikki at siga 100%, men tað tekur nakað av tíð enn. Tí tað er eisini eitt drúgt arbeiði og kemur at vera gjørt eftir sama leisti sum við hesum um Miðvágs kommunu.

Vóni at eg fái lív og heilsuna til at fullføra tað eisini.


Eg takki enn einaferð tykkum, sum hava møtt upp í dag.

Og tykkum sum hava valt at ogna tykkum bøkurnar. Vóni at tit fáa gleði av at lesa í teimum.

Annars verður sagt, at møguleiki verður fyri at taka bøkurnar niður av heimasíðuni hjá kommununi í pdf formi.


Takk fyri øll somul og framhaldandi eina góða mentanarviku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder