Politikkur

Miðflokkurin risastóra framgongd á veljarafundi á Kambsdali

Miðnámsskúlin á Kambsdali skipaði fyri almennum veljarafundi í Ítróttarhøllini í dag, har floksformenninir luttóku. 600 næmingar ganga á miðnámsskúlanum og afturat hesum vóru øll onnur eisini vælkomin til fundar.

2022-10-28 22:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skriv frá Miðflokkinum: Undan fundinum høvdu næmingarnir atkvøtt, og síðani var ein onnur atkvøða gjørd, eftir at flokkarnir høvdu havt høvið at svara spurningum úr salinum.

Úrslitið av báðum atkvøðugreiðslunum vísir, at Miðflokkurin hevði størstu framgongdina á Kambsdali í dag, við heili 5,2% fleiri atkvøðum. Hetta er sjálvsagt at fegnast um, og gongdin er bara positiv!

Sí yvirlitið yvir atkvøðugreiðslunar niðanfyri:

ListiFlokkur

Fyrra atkvøðugreiðslan

Seinna atkvøðugreiðslanMunur
AFólkaflokkurin24,1 %15,8 %-11,0 %
BSambandsflokkurin26,8 %28,3 %+1,2 %
CJavnaðarflokkurin24,1 %23,6 %-0,5 %
ETjóðveldi10,8 %14,3 %+3,5 %
FFramsókn6,9 %5,6 %-1,3%
HMiðflokkurin7,2 %12,4 %+5,2 %

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder