Politikkur

Miðbankarentan hækkar

Í september 2022 hækkaði evropeiski miðbankin aftur rentuna fyri at tálma prísvøksturin og danski tjóðbankin fylgdi aftaná og økti somuleiðis sínar rentur. Av tí at útlánsrentan í Nationalbankanum er hækkað, hækka føroysku bankarnir eisini sínar útlánsrentur. Fyri føroysku húsarhaldini merkir hetta øktar rentuútreiðslur av bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum.

2022-10-14 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin: 21. juli hækkaði evropeiski miðbankin rentuna við 50 basisstigum (0,5%), og rentan fór frá at vera negativ til at vera 0. Tann 8. september 2022 økti evropeiski miðbankin, ECB, aftur innlánsrentuna, hesaferð við 75 basisstigum til 0,75%. Evropeiski miðbankin hækkar rentuna fyri at tálma prísvøksturin, tí miðbankin miðar eftir at halda prísvøksturin lágan og javnan á umleið 2%. Í løtuni er prísvøksturin í ES høgur (9,1% í august 2022) og greinarar vænta tískil fleiri rentuhækkingar frá evropeiska miðbankanum komandi mánaðirnar.    

Danski tjóðbankin, ið hevur sum mál at halda  fastan krónukurs mótvegis evruni, fylgdi aftaná ECB og økti somuleiðis sínar rentur við 0,75% í septembur 2022. Rentan á innskotsprógvum (innlánsrentan) í Nationalbankanum er nú 0,65%, meðan útlánsrentan er 0,80%.     

Innlán, sum føroysku peningastovnarnir ikki læna út ella seta í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og nú fáa føroysku peningastovnar eina positiva rentu fyri síni innistandandi í Nationalbankanum. Innlánsrenturnar gerast tískil aftur positivar hjá bankakundum í Føroyum.

Føroysku bankarnir hava síðani seinnu helvt av 2019 kravt negativa innlánsrentu frá sínum kundum tí innlánsrentan í Nationalbankanum tá var negativ. Í 2021 fingu føroysku peningastovnarnir 66 mió. kr. í inntøkum frá negativum rentum fyri innlán hjá sínum kundum. Higartil í 2022 (fyrsta hálvár) hava inntøkurnar hjá føroysku bankunum frá negativu rentunum verið 35 mió. kr.   

Av tí at útlánsrentan í Nationalbankanum er hækkað, hækka føroysku bankarnir eisini sínar útlánsrentur. Føroysku peningastovnarnir hava fyri stuttum boðað frá, at bæði útláns- og innlánsrentan fer at hækka; hjá BankNordik, Betri Banka og Suðuroyar Sparikassa við endan av september, og hjá Norðoya Sparikassa við endan av oktober 2022.

Fyri føroysku húsarhaldini merkir eitt hækkað rentustøði øktar rentuútreiðslur av bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum. Ein rentuhækking rakar ymiskt alt eftir, hvussu væl fyri fíggjarliga einstaka húskið er, men er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka tøkupeningin munandi. Eisini vinnan fer at merkja hægri rentur.

Mynd 1 Rentur í Nationalbankanum

Kelda: Danmarks Nationalbank

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder