Vinna

Metstórt Vestnorden í Føroyum

Yvir 400 luttaka á stóru ferðavinnustevnuni, sum byrjar týsdagin 24. september

2024-09-23 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Árliga ferðavinnustevnan Vestnorden verður hildin í Havn týsdagin og mikudagin í hesi vikuni.  Á stevnuni  hittast yvir 400 keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum, eitt nú verða fólk tilstaðar frá fjarskotnum londum sum Korea, Japan, USA, Avstralia, Kanada o.s.fr. Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri, og Føroyar eru vertir fjórða hvørt ár. 


Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur: “Vestnorden er einasta ferðavinnutiltakið, sum burturav setur fokus á londini í útnorðuri, tað vil siga Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er tí eitt frálíkt høvi at gera vart við hesi londini sum ferðamál yvirfyri ferðasmiðum úr øllum heiminum. Tað er altíð serstakt fyri okkum, tá Føroyar eru vertir, tí vit fáa eina røð av útlendskum ferðasmiðum higar, sum kanska ikki kenna Føroyar, og tí er hetta eitt gott høvi at vísa teimum, hvat okkara oyggjar hava at bjóðað.”


Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, setur Vestnorden í Høllini á Hálsi, týsdagin 24. september kl. 9:00. Stjórarnir í ferðaráðunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum leggja eisini fram um teirra lond. Síðani verða fundir allan dagin, har ferðavinnufyritøkur úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum hitta keyparar úr øllum heiminum. Um kvøldið er Tórshavnar Kommuna vertur fyri móttøku.  Mikudagin eru fundir aftur á skránni fyrrapartin, seinnapartin bjóða kunningarstovur og kommunur í meginøkinum luttakarunum á túr í teirra økjum. Endamálið er at vísa útlendsku gestunum ein so stóran part av landinum sum gjørligt. 


Tað er Visit Faroe Islands, sum er vertur fyri tiltakinum í Føroyum. Vestnorden er ikki opið fyri almenninginum, men er einans fyri fólkum úr ferðavinnuni, sum hava meldað til stevnuna. Freistin at melda til er farin.


Les meira um Vestnorden  her. (leinkja: https://www.vestnorden.com/)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder