2024-10-25 14:54
Hav.fo skrivar:
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metrar dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum.
Grindin er enn suðuri á áleið 59 breiddarstigum. Hon hevur seinastu vikuna verið rættiliga støðuført í dýpinum millum Hatton banka og Rosemary banka.
Tann merkta grindin úr Klaksvík, sum alla tíðina hevur ferðast støðugt suður eftir, vendi í gjár suðuri á 50 breiddarstigum. Í dag hevur grindin so ferðast 35 fjórðingar norður eftir aftur. Grindin hevur hildið seg mest í hellingini, men er nú farin út á nakað djypri sjógv.
Blá og grøn strika eru hvalirnir, sum vórðu merktir á Fuglafirði. Reyð strika er hvalurin, ið varð merktur á Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald