Annað

Merkta grindin ferðast suðureftir

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023.

2023-07-21 14:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Ein bólkur á umleið 40 hval var á vágni, harav eini 15 hval gjørdu landgongd. Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept. Tað tók umleið trý korter at merkja og takkar Havstovan øllum fyri góða hjálp.

Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon eystur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder