Hyggja vit tó eftir kynsbýtinum í teimum nevndum og sessum, sum geva mest í persónligari samsýning, so er myndin øðrvísi: Av teimum 11 sessunum, sum geva størsta samsýning, sita menn í níggju, meðan kvinnur bert sita í tveimum sessum.
Tað sæst altso ein greiður samanhangur millum lønsemi og kyn í nevndar- og ráðsessum. Kvinnur sita meira sannlíkt í minni lønsomum nevndum, meðan menn meira sannlíkt sita sum formenn, tá ið samsýningin er høg.
Greiningin vísir eisini sum heild, at javnstøðan yvirhøvur er góð, har sum lønsemið er lágt, men at menn eru sterkt yvirumboðaðir í hægst avløntu nevndarsessunum.
Greiningin kann lesast her https://www.jaf.fo/Files/Files/%C3%9Atg%C3%A1vur%20JAF/1JavnadarflokkurinHIGH.pdf.
Parturin um almennar nevndir og ráð er á síðu 56.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald