2026-10-19 08:10
Einki himpr var á FM-manningini hjá Sandavágs Talvfelag í fyrsta umfari í vetur. Móti uppflutta liðnum hjá Kollafjarðar Talvfelag gjørdu allir fýra vágamenninir sína skyldu og vunnu. 4-0 var ikki óvæntað úrslit. Dysturin var framskundaður til í gjár leygardagin, tí fleiri á vágaliðnum spæla eisini fótbólt í bestu deildini.
A-liðið hjá Havnini vann 3 - 1 á hinum 1. deildarliðnum hjá felagnum. Eitt ættarliðsskifti er helst í umbúna í Havnar Telvingarfelag. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson eru farnir burturúr, og Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen verða sum skilst ikki fastir menn í vetur heldur. Olaf Berg hevur einki telvað í eini trý ár.
Miðalaldurin hjá teimum trimum sigrandi á A-liði Havnar Telvingarfelags í dag var ógvuliga lágur. Luitjen, Elias og Petur - allir hoyvíkingar - eru ávikavist 20, 19 og 17 ára gamlir.
Dysturin millum klaksvíksliðini í 1. deild er útsettur til týskvøldið 27. oktober.
1. deild (1. umfar, 18. oktober)
Kollafjørður - Sandavágur 0 - 4
Árant Djurhuus - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Rógvi Mørkøre - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Markus Jacobsen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Alvin Joensen - Jón Atlason 0 - 1
Havnin A. - Havnin B. 3 - 1
Luitjen Akselsson Apol - Suni Merkistein 1 - 0
Elias Petersen - Flóvin M. Tummasarson 1 - 0
Herluf Hansen - Heiðrikur T. Jacobsen 0 - 1
Petur G. Magnussen - Margar Berg 1 - 0
Dysturin millum Klaksvík A. - Klaksvík B. er útsettur.
Javnt í 2. deild
Tað gekk javnt á í øllum trimum dystum í 2. deild í dag.
Sandavágur, sum flutti úr bestu deildini í fjør, fekk dygga mótstøðu móti uppflutta liðnum úr Vestmanna. Jákup á Rógvu Andreasen og John Jacobsen høvdu ivaleyst kunnað styrkt vestmannaliðið, men kanska fara teir at leggjast aftrat hinum, sum kappingini líður.
Toftamenn, sum snávaðu í uppflytingarstríðnum farna kappingarár, fingu fína byrjan við góðum sigri á sterkum klaksvíksliði. Fleirfaldi føroyameistarin Jens Chr. Hansen - nú 65 ára gamal - var sigursharri í dystinum.
Og havnarliðini í næstbestu deildini tykjast jøvnsterk.
2. deild (1. umfar, 18. otkober)
Toftir - Klaksvík 2½ - 1½
Andrias Danielsen - Rani Nolsøe ½ - ½
Bogi Ziska - Finnbjørn Vang ½ - ½
Jens Chr. Hansen - Einar Gregersen 1 - 0
Andreas Andreasen - Rógvi H.Olsen ½ - ½
Sandavágur - Vestmanna 2½ 1½
Torkil Nielsen - Samson Højgaard 0 - 1
Bernhard Augustinussen - Hanus Ingi Hansen 1 - 0
Jónfinn Thomsen - Jón Mikkelsen ½ - ½
Hans Kári Hansen - Ingolf Debess 1 - 0
Havnin A. - Havnin B. 2 - 2
Jaspur Gaard - Sigurð B. Justinussen 0 - 1
Brestir Samuelsen - Jóannes Guttesen 1 - 0
Herbert Holm Johannesen - Poul Poulsen 1 - 0
Aleksander Klevang Eikholm - Óli Joensen 0 - 1
Tveir javnleikir í 3. deild
Styrkta manningin hjá Suðuroyar Talvfelag fekk ikki ta góðu byrjanina, ið vónir ivaleyst mundu vera um. Gøtumenn vóru teimum ov stinnir suðuri í Salti.
Púra óvæntað vunnu gøtumenn dystin á ovaru borðunum móti fyrrverandi føroyameistarunum Eyðuni Nolsøe og Carl Eli Samuelsen. Eyðun mátti dvína fyri Petur Pálli - sum er eldri enn Eyðun - og Carl Eli mátti sættast við remis móti Peturi Larsen, sum er útivið 400 ratingstig niðari.
Kollfirðingar løgdu fyri sum eitt óløgi og syrgdu fyri einasta stórsigrinum í deildini.
Sundalagsmenn og kongshavnarmenn (runavíkingar) vóru javnsterkir í dag.
3. deild (1. umfar, 18. oktober)
Suðuroy - Gøta 2 - 2
Eyðun Nolsøe - Petur Páll Mikkelsen 0 - 1
Carl Eli Samuelsen - Petur Larsen ½ - ½
Fríði Stenberg Olsen - Jákup F. Joensen ½ - ½
Ingi Ellingsgaard - Sakaris M. Jacobsen 1 - 0
Kongshavn - Rókur 2 - 2
Brandur Højgaard - Martin Brekká ½ - ½
Meinhard Danielsen - Sámal Christiansen ½ - ½
Rúni Jacobsen - Fróði Zachariassen 0 - 1
Eyðun Lamhauge - Bjarni Jacobsen 1 - 0
Kollafjørður - Sandavágur 3½ - ½
Bernhard Thomsen - Hjalti Petersen 1 - 0
Ingi Højsted - Axel Poulsen ½ - ½
Virgar Fagraklett - Hans Dánjal Joensen 1 - 0
Signar Kristiansen - Suni í Horni Nielsen 1 - 0
4. deild (1. umfar, 18. oktober)
Klaksvík - Strendur 3 - 1
Bogi á Kósini - Jóhannes Simonsen 1 - 0
Mannbjørn Anthoniussen - Ábraham Dalslíð ½ - ½
Magnus O. Gullaksen - Sonni O. Johnsson ½ - ½
Marner Fríði Petersen - Hávarður Trúgvason 1 - 0
Sandavágur - Rókur 3 - 1
Holgar Johannesen - David Lútzen 1 - 0
Gutti Petersen - Mortan Mørkøre 0 - 1
Helgi Poulsen - Árni M. Dam 1 - 0
Sigvaldur Bláberg - Kristjan Madsen 1 - 0
Havnin A. - Havnin B. 1½ - 2½
Finn Larsen - Baldur B. Jørgensen 0 - 1
Ronny í Lon - Andrew Xin 0 - 1
Jóhan Sivertsen - Djóni Jakobsen ½ - ½
Andri Lenvig - Lisa Xin 1 - 0
2. umfar í landskappingini verður um tvær vikur - sunnudagin 1. november. Tá telva liðini í 5. deild eisini sínar fyrstu dystir. Kappingin hjá unglingum byrjar ætlandi í fyrstu viku í november.
Síðani verður telvað aftur 22. november og 29. november. Kappingin heldur so fram eftir nýggjár. Í alt eru tíggju umfør. Landskappingin millum feløgini endar 13. mars í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald