Vinna

Matstovudagar verða skotnir í gongd

.

2025-01-28 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Matstovudagar verða skotnir í gongd

Væl umtóktu matstovudagarnir í Havn verða í ár frá 10. til 16. februar. Ein vika har nýggju ymiskar matstovur bjóða gestunum eina serstaka matskrá til ein sera góðan kostnað. “Hetta verður av fleiri mett sum eitt upplagt høvi at royna ymsar matstovur, og sum ein góð orsøk at fara út til ein betri bita, har øll kunnu vera við”, sigur Sonja Johannesen, samskipari av Matstovudøgunum. 

Bíleggingarskipanin letur upp 30. januar kl. 12.00

Matstovudagarnir verða tó longu skotnir í gongd hósdagin 30. januar kl. 12, tá bíleggingarskipanin til tær ymsu matstovurnar lata upp. “Tað er eitt gott hugskot at sita til reiðar við knøttarnar tá bíleggingarskipanin letur upp, tí tað gongur skjótt við bíleggingunum, serliga til vikuskiftini”, sigur Sonja og heldur fram “Í ár fellur Valentin dagurin, sum er fríggjadagin 14. februar, við Matstovudøgunum, og síggja vit, at hetta er ein dagur, sum fleiri og fleiri taka til sín og nýta sum eitt gott høvi at bjóða makanum út til ein betri bita”, greiðir Sonja frá.

Spurd hvussu ein skal gera, um ein vil royna eina ella fleiri matstovur, greiðir Sonja frá “Tú fert inn á heimasíðuna matstovudagar.fo, velur ta matstovuna, tú vilt royna og trýstir á bíleggingarknøttin og velur nær, tú vilt hava eitt borð og til hvussu nógv, so tað er lætt og ómakaleyst.”  Sonja leggur afturat, at tað ber til at síggja allar matskráirnar á heimasíðuni, og eru ivamál við eini bílegging, so er bara at venda sær til tí ávísu matstovuna, ein hevur bílagt frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder