Nú ber endiliga til at hoyra sangin Hugsi alt ov nógv, ið hevur verið fastur partur av spæliskránni hjá Marius DC seinastu árini. Eisini ber til at hoyra konsertútgávur av stakløgunum: Slættaratindur, Fleks, Babyrockari og Feira, ið Marius DC gav út í fjør.
Tað er Kringvarpið, ið hevur staðið fyri upptøkuni og Finnur Hansen hevur ljóðblandað og mastrað.
Við sær á útgávuni hevur Marius Dam Christophersen: Vinjar Egilsnes Petersen á keyboard, Benjamin Tausen á Lava á gittar, Dan Eyðun Karbech Saxov á synthbassi og Harald Fonsdal Johannesen á trummum og samplara. Marius hevur sjálvur forrita og rappar.
Hendan útgávan verður fylgd upp av útgávuni av staklagnum Leggur tú enn í, seinni í summar. Síðan er ætlanin at geva eina heildarútgávu við nýskrivaðum tónleiki út í heyst.
Tilber at hoyra útgávuna á øllum vanligum stroymingartænastum, eitt nú Spotify: https://open.spotify.com/album/21fGf5dzsrDIRdSAEc6YlB?si=l-t6dYdvTxe-6gBfZyxkMA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald