Annað

Maria Sarita vann 700.000 krónur í kvøld

Tað var Maria Sarita Lorenzen úr Sørvági ið var hepni gekkaspælarin ið slapp ígjøgnum við fullari plátu.

2023-03-10 20:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maria Sarita úr Sørvági var hepni gekkaspælarin, sum slapp at snara hjólinum í kvøld.

Gekkurin í kvøld var 2 mió. kr., og valdi Maria Sarita at koyra upphæddina í trý, og vóru tí 700.000 kr í hvørjum leypi.

Í fyrsta snarinum kom hon á 20.000 kr, og var tað falda við trý.

Í næsta snarinum kom hon á 50.000 kr, og var tað falda við tvey.

Í seinasta snarinum kom hon á bláa leypin, og gjørdist hon tí 700.000 krónur ríkari í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder