Annað

Manuskript: Sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum. 1Kor.4.9.

Tá eg sá religiøsa teatri í kvf annan páskadag, kom hetta omanfyri nevnda vers til mín. Eg eri vælvitandi um, hvat Paulus meinar við, táið hann setir fram sítt kall og tænastu.

2024-04-03 21:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men betri spælandi sjónleikur, enn tann, ið vístur var frá Gøtu kirkju, skal ein leita leingi eftir. Og vegna, at flest føroyingar ikki kenna til Guds orð og ikki lesa Guds orð, so halda tey, at hetta manuskript er at finna í Guds orði -  ein ella aðrastaðnis. Men hetta manuskript er ikki at finna í Bíbliuni.

At tað sást, at hetta var eitt manus, sást við einum eyga. Har var til dømis bispur í grønum klovnakjóla og svartur próstur og svartir prestar í kjóla, sera feminint. Jú, ein góður sjónleikur og væl spældur fyri bæði einglum og menniskjum.

So setti bispur Ova Brim í embæti sum próstur. Hvar í skriftini er slíkt heiti at finna? Menniskja skapt heiti. So varð sagt, at Ovi skuldi halda seg innanfyri sóknarembætið sum prestur og fór hann inná mark annara, so skuldi tað vera við loyvi frá sóknarprestunum á staðnum. Virða mørk og avmarkingar. Hvar fekk Paulus slík bond á seg frá Harranum, at halda seg innanfyri nakrar sóknarammir? Hvar vóru rammir og grensir lagdar fyri ápostlarnar, hvar teir kundu fara við evangeliunum?

Arbeiðsloyvi nevndi bispur: Finni einki slíkt humbuk í skriftini – arbeiðsloyvi frá bispi? Eitt kallsbræv. «Góðan dag, eg eri Pætur, nevndur Kefas. Eg eri her, tí at eg havi fingið arbeiðsloyvi frá bispi, havi eitt kallsbræv…» Ljóðar ynkiligt!

Tað er bara Gud himmalsins, sum kann innseta og avseta menniskju, og einki menniskja, ei heldur nakar bispur ella onnur, ið eru fólkavald, nøkur nevnd ella  politiskt stýrið. So varð sagt, at próstur skuldi hava treytaleysa virðing fyri politisku skipanini og mentamálaráðnum. Hvat kennir politiska skipanin og mentamálaráðið til profetorðið og orðið fyri okkara tíð. Eg skal siga tykkum, hvussu religiøsa stýrið og politiska skipanin fungeraði á Jesu døgum. Hon drap høvdinga Lívsins! Bispur nevndi til Ova um at ganga plankan út, har politiska skipanin gevur grønt ljós. Hvuss nógv lýsti grønt fyri Harrans vitnum í Bíbliuni? Men Harrin gav loyvi. Einki kall omanifrá spyr nakran politikara um loyvi – ei heldur gjørdu teir í skriftini tað. Men er man innsettur av menniskjum, so má man lýða menniskju.

Flott manuskript og væl spælt, men langt frá Guddómmiligt.

Hallur Sørensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder