Um starvið:
Sum málsviðgeri fært tú møguleika at arbeiða í einum fjølbroyttum og spennandi starvi hjá føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at:
· Skráseta og eftirkanna ognarheimildir, veðbrøv og onnur rættindi, sum skulu skrásetast í Føroyar Skipaskráseting, FAS og Farskránni,
· samskifta og vegleiða viðskiftafólkum og
· umsita ársgjøld fyri bátar og skip.
Førleikakrøv:
Vit vænta
· at tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving,
· at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og hevur áhuga og áræði at arbeiða innan fyrisiting,
· ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn,
· hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli,
· hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt, og
· hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Royndir frá skipaskráseting ella øðrum líknandi starvi, er ein fyrimunur.
Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss, har starvsfólkarøkt, -menning og -trivnaður eru høgt í metum. Sjóvinnustýrið er frammarlaga innan talgilding, og sum starvsfólk á skipaskrásetingini fert tú at vera partur av menningini av hesum tænastum.
Setanarviðurskifti:
Starvið er eitt fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er á Giljanesi í Vágum. Lønar- og setanartreytir vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn:
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensli og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni kl. 12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara, á tlf. 355600. Upplýsingar um Sjóvinnustýrið eru at finna á FMA |
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaránum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.
Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald