Tíåindaskriv:
Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Suni Justinussen hevur síðani 1.
oktober 2017 verið stjóri í GroAqua (fyrr JT Electric) á Kambsdali.
Suni hevur útbúgving sum maskinmeistari og íløguráðgevi, og hevur seinastu 25
árini virkað innan nógvar vinnur, sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju,
maskinmaður hjá Maersk, íløguráðgevi í Betri Banka, sølu- og marknaðarstjóri hjá
Vodafone og seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua.
Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið. Her var serliga
nevnt avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og menna GroAqua frá einari
miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð við fokus,
nútímans leiðsluhátti og framfýsnari virkismentan.
Suni er 43 ár, og býr í Leirvík saman við konuni Elly Justinussen og teirra 4
børnum.
“Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn. Eg fegnist um at Magn fær
ágóðan av hansara leiðslustíli og nýhugsan, og eg gleði meg til samstarvið”, sigur
Jan Petersen, nevndarformaður í Magn.
Suni byrjar í starvinum sum stjóri í Magn 1. apríl.
Orkufelagið Magn verður í ár 100 ár. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring
landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í
Klaksvík og á Tvøroyri. Felagið hevur ein flota av tangabilum, sum hvønn dag
veita olju til skip, virkir og húsarhald um allar Føroyar. Magn hevur hitatænastu,
smyrjioljuveitingar og aðrar tænastur um alt landið. Magn hevur saman við LÍV-
samtakinum bygt og rekur vindmyllulundina í Flatnahaga við seks vindmyllum.
Umleið 155 fólk starvast hjá Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald