Vinna

Magn hevur aftur hækkað prísin á brennievni í nátt

Vøksturin higartil í ár á blýfrítt bensin er nú 27,7%

2022-03-09 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í nátt hækkaði Magn prísirnar á brennievni, og tá ið hugt verður eftir prísinum á bensini er prísurin hækkaður 44 oyru fyri liturin. Nú kostar bensini 13,45 kr fyri liturin.

EFFO hevur ikki broytt prísirnar enn.

3. januar í ár kostaði ein litur av bensin 10,53 kr, og er prísurin síðani broyttur 17 ferðir í ár. Prísurin á einum litri av bensin kostar í morgun 13,45 kr, sum er ein vøkstur uppá 27,73% síðani tann 3. janur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder