Løgreglan: Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.
Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar. Hesar kanningar fevna m.a. um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald